Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 97

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 97
Retinoblastoma oculi hjá eineggjaðum tvíburðarbørnum 103 Tann vanliga viðgerðin hevur altíð verið at taka eygað burtur. So nógv sum gjørligt verður tikið við av sjónar* nervuni. Finna vit úrvøxtrar í sjónamervuni roknast tað sum eitt ringt tekin. Eisini verður røntgen* og radiumvið* gerð roynt. Henda seinasta viðgerðin gevur mangan góð úrslit. — Onkuntíð hendir tað, at illvøxturin hvørvur av sær sjálvum. Sjúkan verður óivað arvað. Menn eru ikki samdir um arvagongdina. Yvirhøvur halda teir, at arvagongdin er vald= andi. Skyldskapur millum foreldur at retinoblastombørnum er sjáldsamur. — Reese (1951) nevnir fleiri dømi, har annað av foreldrunum hevði havt retinoblastom og eitt ella fleiri av teirra børnum fingu sama illvøxtur. Gransking av eineggjaðum tvíburðum hevur stóran týdn* ing í humanum arvarannsóknum, tí teir hava somu arva» eginleikar. Tá ið eineggjaðir tvíburðar hava somu sjúku í sama likamsluti um somu tíð, so eru líkindini til, at sjúkan er arvað, ógviliga stór. Tað hevur tí stóran áhuga fyri allar arvagranskarar at hoyra um allar tílíkar tilburðir. Og vilja vit tí her lýsa tilburð av retinoblastomi hjá eineggjaðum tvíburðum úr Føroyum. Ljósmóðurin og læknin, ið hjástødd vóru, tá konan átti, hildu tvíburðarnar vera eineggjaðar. Beinan vegin hildu fólk teir vera ógviliga líkar hvørjum øðrum. Seinri vórðu teir ólíkir, helst tí annar teirra eisini hevði eina viðfødda heilasjúku (oligophrenia). Mamman hevur eina tvíburða* systir. Tær líkjast so nógv, at tær illa kennast hvør frá aðrari, og eru tær óivað eineggjaðir tvíburðar. í ættini eru serliga nógvir tvíburðar. Við blóðflokkaroynd vísir tað seg, at báðir tvíburðabrøður hava sama blóðflokk: O, Ns, P+, Rl Ri, Le(a+), Lu(a+ Fy(a»), KelL, Jk(a«) (Københavns universitets arvebiologiske institut). Foreldrini eru ikki skyld. Bæði foreldur eru frísk og hava aldri havt eygnasjúkur. Eingin veit um nakran tilburð av retinoblastom í ættini. Ein 2 ára gamalur drongur fekk

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.