Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 97
Retinoblastoma oculi hjá eineggjaðum tvíburðarbørnum 103
Tann vanliga viðgerðin hevur altíð verið at taka eygað
burtur. So nógv sum gjørligt verður tikið við av sjónar*
nervuni. Finna vit úrvøxtrar í sjónamervuni roknast tað
sum eitt ringt tekin. Eisini verður røntgen* og radiumvið*
gerð roynt. Henda seinasta viðgerðin gevur mangan góð
úrslit. — Onkuntíð hendir tað, at illvøxturin hvørvur av
sær sjálvum.
Sjúkan verður óivað arvað. Menn eru ikki samdir um
arvagongdina. Yvirhøvur halda teir, at arvagongdin er vald=
andi. Skyldskapur millum foreldur at retinoblastombørnum
er sjáldsamur. — Reese (1951) nevnir fleiri dømi, har annað
av foreldrunum hevði havt retinoblastom og eitt ella fleiri
av teirra børnum fingu sama illvøxtur.
Gransking av eineggjaðum tvíburðum hevur stóran týdn*
ing í humanum arvarannsóknum, tí teir hava somu arva»
eginleikar. Tá ið eineggjaðir tvíburðar hava somu sjúku í
sama likamsluti um somu tíð, so eru líkindini til, at sjúkan
er arvað, ógviliga stór. Tað hevur tí stóran áhuga fyri allar
arvagranskarar at hoyra um allar tílíkar tilburðir. Og vilja
vit tí her lýsa tilburð av retinoblastomi hjá eineggjaðum
tvíburðum úr Føroyum.
Ljósmóðurin og læknin, ið hjástødd vóru, tá konan átti,
hildu tvíburðarnar vera eineggjaðar. Beinan vegin hildu
fólk teir vera ógviliga líkar hvørjum øðrum. Seinri vórðu
teir ólíkir, helst tí annar teirra eisini hevði eina viðfødda
heilasjúku (oligophrenia). Mamman hevur eina tvíburða*
systir. Tær líkjast so nógv, at tær illa kennast hvør frá
aðrari, og eru tær óivað eineggjaðir tvíburðar. í ættini eru
serliga nógvir tvíburðar. Við blóðflokkaroynd vísir tað seg,
at báðir tvíburðabrøður hava sama blóðflokk:
O, Ns, P+, Rl Ri, Le(a+), Lu(a+ Fy(a»), KelL, Jk(a«) (Københavns
universitets arvebiologiske institut).
Foreldrini eru ikki skyld. Bæði foreldur eru frísk og
hava aldri havt eygnasjúkur. Eingin veit um nakran tilburð
av retinoblastom í ættini. Ein 2 ára gamalur drongur fekk