Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 4
10
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
húsi fyri tarmalop og aðrar skurðsjúkur. Tær tvær ferð=
irnar, hann lá á sjúkrahúsinum, varð blóðsukurrannsókn
gjord, — og rannsóknirnar vístu báðar glycosuria renalis.
Eingin ivi er tí um, at sjúkuavgerðin er bein og hann
verður sjálvandi ikki taldur upp í diabetes mellitus.
Sukursjúkan sást í omanfyri nevnda tíðarskeiði fyrstu
ferð í 1931 — undan tiknir fyrr nevndu tilburðir, sum
funnir vóru í 1921 — aðru og triðju ferð í 1934 og 1935.
í 1932-33, 1936-37, 1940-41, 1944 og 1951-52 komu
eingir nýggir tilburðir, men øll árini í millum hesi nevndu
1—2 tilburðir á hvørjum ári — tilsamans 17 tilburðir í
árunum 1931—26/6 1952, t. e. nærum 1 tilburður um árið.
Av hesum 17 tilburðunum av sukursjúkum vóru 6 mann<
fólk og 11 konufólk. Tann yngsti var 22 ár, tann næst*
yngsti 26 ár, tá komið var fram á sjúkuna. Aldurin síggja
vit á 1. talvu:
1. talva. Aldur sukursjúklinga, tá íð sjúkuavgerðin varð gjørd.
đ ?
đ ?
50-59 ár 3 ( 3)
60-69 . 5 (3 2)
70-79 , 3(1 2)
20-29 ár 2(1 1)
30-39 * 3(1 2)
40-49 * 1 ( 1)
Tíggju av teim seytjan fingu insulin, hini ikki. Sjúku*
viðgerðina verður ikki skrivað um her: hon er sjálvandi
ikki øðrvísi her enn aðrar staðir.
Fimm av teim 17 sukursjúklingunum høvdu týðuligan
adipositas, vóru ovurfeit, og tveir av hinum vóru tætt við
ovasta mark á rættari vekt. Uppi í hesum er niðanfyri
nevnda genta við dystrophia adiposo=genitalis (vekt 130
kg), og sum doyði av beinkrími í 1951.
Av teim 17 sukursjúku vóru 2 systrar, eina ferð bróðir
og systir og eisini móðir og sonur. Har afturat fleiri, ið
vóru skyld sínámillum, men longur burtur, ella við hesi
nevndu seks. Maðurin við glycosuria renalis og bróður*
sonur hansara, ið hevði diabetes mell., mugu vit eisini
nevna í hesum sambandi.