Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 6
12
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
berg, roknaði hann talið á sukursjúkuni fyri hvørji túsund
mannfólk um alt landið og fekk 2,2°/oo.
K. A. Heiberg og Poul Heiberg5 nýttu sum grundarlag
undir útrokningum sínum ein sjúkrakassa í Leipzig. Her
kendu teir Iutfallið ímillum sjúk og deyð av sukursjúku
á ymsum aldri. Hevur sukursjúkan í Danmark somu út=
breiðslu, sum hon hevur millum sjúkakassalimir í Leipzig
í Týsklandi — men tað hava vit valla loyvi til at halda —
so er lætt at rokna út talið á sukursjúkum í Danmark
eftir teim kendu tølunum frá Leipzig. Teir funnu slaka
l°/oo.
í 1927 sendi hagfrøðistovan hjá heilsustjórnini spurnar*
bløð til allar læknar landsins og bað teir siga, hvussu
mangar sukursjúkusjúklingar hvør einstakur teirra hevði
undir hond hin 1. sept. tað árið. Robert Nielsen10 kann*
aði innkomnu svørini. Stívur fjórðingur svaraði ikki aft«
ur. Teljingin vísti l,2°/oo.
Tá ið Johan Kaas savnaði smør« og fleskakort frá 1.
helmingi av 1918, royndist, at tey sukursjúku av bygd=
unum høvdu nýtt hetta serloyvi ógviliga lítið. Tey fingu
nóg mikið av feitum á annan hátt. 1 seinna veraldarbar*
daga fingu sukursjúk særskamtan av søtievni, og meðan
tað var ógjørligt at fáa hesi evni á annan hátt, tóku uttan
iva at kalla øll við hesum tilboði. Karen Dreyer og Alfred
Hey3 bygdu á tølini á teimum, sum í tíðini !/2 1944—
20/10 1948 høvdu fingið tílíka særskamtan, og gjørdu úr«
slitið upp hin V? 1946, hesin dagur liggur mitt í tíðar^
skeiðinum. Og úrslitið varð 4,3°/oo — tilsamans o. u. 18000
— av øllum fólkatalinum. Hjá Drejer og Hey er at finna
talið á sukursjúkum fyri hvørjar 1000 íbúgvar í hvørjum
einstakum donskum amti. Bornholm hevði 4°/oo.
Føroyar — sum ávíst frammanfyri — 4,4°/oo.
Poul Horstmann6 taldi í Odense amti hin 1. des. 1949
við spurnarbløðum til allar læknar í økinum. Úrslitið varð
4°/oo. Horstmann vísir, at fólkið í Odense amti kann sigí
ast at vera eyðkendur úrskurður úr øllum fólkinum í