Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 45
Um at nýta dýr
til at vita um kvinna er við barn.
(The use of animals in tests for human pregnancy).
Eftir J. F. D. Frazer*')
Longu fyri 6000 árum síðan hava menn sýnt áhuga fyri
royndum, ið søgdu frá, um kvinna var við barn ella ikki.
Tá slettu teir gomlu egyptararnir kvinnuland á korn og
bíðaðu eftir, at tað fór at næla. Nældi hetta kornið skjót*
ari enn tað, sum einki var gjørt við, varð kvinnan hildin
at vera við barn. Á okkara døgum eru royndirnar, ið mest
verða nýttar, sovorðnar, at land frá kvinnu, sum heldur
seg vera við barn, verður sprænt inn í eitt dýr, og úr*
slitið av royndini er tað andsvarið, sum royndardýrið
gevur upp á eitt ella annað hormon, sum er í landinum.
Oestrogen.
1 1927 vísti Ascheim og starvsfelagi hansara Zondek, at
kvinnur, sum vóru við barn, lótu frá sær hópin av
oestrogen við landinum (Ascheim 1927, Ascheim og
Zondek 1927). Allen og Doisy høvdu longu (1923, 1924)
víst, at til bar at prógva, at oestrogen var í landinum, tá ið
tað varð sprænt inn i geldar rottur og mýs, tí at tá kom
upp oestrus í teimum. So statt tóktist ein løtt roynd at
vera tøk. Men Cowie (1948) hevur lagt fram tøl, sum
') Frá Charing Cross Hospital Medical School, University of London.