Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 52
58
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
1 talva. Sammeting millum fýra vanligar royndarhættir at vita um
kvinna er barnað.
Royndarháttur Dýr Kostn. Tíð Viðmerkingar
Aschheim og Zondek 5 mýs 8 kr. 3dag. í Ivasom ella negativ úrslit ' viðhvørt tá ið aðrar roynd» ) ir eru positivar. Nettíeiki ( 980/0 (Cowie 1948)
Friedman 1 kanin 15 » 2 dag. ^ Eggloysing kann koma av (sær sjálvum. Nettleiki99°/o.
Hogben 1 QXenopus 8 « 12tím. í Ikki serkløkkt fyri gonado* ' trophin. Nettleiki 92°/o. J (Barton 1953). Xenopus ( kann nýtast uppaftur.
Galli Mainini 2 c? paddur 3 » 3 tím. í Eingi følsk positiv úrslit. ' Nettleiki 99,9W/o. (Frazer og j Wohlzogen 1950) Paddurr ( nar kunnu nýtast uppaftur.
er liðið frá tí, at kvinnan varð barnað. Fyri stuttum hava
kanningar verið gjørdar miðandi móti at stytta um tíðina
og økja um nettleikan fyri hesi roynd. Líkt er til, at hetta
er gjørligt, verður hyaluronidasa sprænd inn saman við
landinum (Allison 1954) ella verða paddurnar fyribúnar
við so smáum nøgdum av gonadotrophini, at tær júst
einki andsvar geva (Frazer 1957). Onnur leið er at
lata land, sum er hóskandi tynt, á sáðkyknur úr paddu*
eista. Gonadotrophin rínur tá við sáðkyknurnar, so tær
svimja skjótari (Frazer og Glenister 1957). Og fyribils úr*
slit hava økt um vónina, at hetta fer at verða støðið undir
royndarhátti, sum beinan vegin sigur frá, um kvinna er
við barn.
SUMMARY
The four common pregnancy tests are reviewed and compared. Of
these, the male toad test is the cheapest, quickest and most accurate.