Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 41
Løgin fyribrigdi hjá hvali
47
ina av beinagrindini, gerð av vøddum og øðrum vevnaði,
og at tað fremur varðhaldið av køvievni, kolevni, vatn*
evni og súrevni og samanrenningina av teimum til eggja*
hvítaevni. Ovurvøkstur av saðilkertillepanum hjá vaksandi
skapningi gevur risavøkstur (gigantismus), hjá tilkomnum
verður tað til acromegali.
í hesum sambandi eiga vit at taka ritgerðirnar hjá
F. G. Young3'i’5 og starvsbrøðrum hansara í London og
Cambridge upp i myndina. Sagt við fáum orðum hevur
Young víst, at vakstrarhormonið úr saðilkertlaframlepanum
er tað sama sum tað diabetogena úr saðilkertlinum, sum
Houssay fann. Hormonið elvir hyperglycaemia (diabetoí
genesis) hjá tilkomnum (hundum), men hjá tí, sum stend*
ur í vøkstri (hundahvølpum) kemur eingin hyperglycaemia,
men økingin av vevnaði og samanrenningin til eggjahvíta*
evni gongur skjótari. Vert er at nevna her, at mótvirkið
móti vakstrarhormoninum er insulin, at við sukursjúku
kemur ikki einans hyperglycaemia, men eisini, soleiðis
sum Luetscher6 hevur sýnt, hyperíaminoacidaemia (ovur*
nøgd av aminosýru í blóðinum). Verður insulin givið,
minka hesi bæði fyribrigdi. Men hjá vaksandi skapningi
veldir somatotrophin, at vevnaðurin økist (vøksturin økist),
og hevur hetta við sær, at kolvætuevni og aminosýrur
renna saman til eggjahvítaevni.
Spurningurin er nú, hvønn Iut saðilkertulin eigur í
vøkstrinum hjá fostrinum. Sleppur somatotrophinið hjá
móðurini gjøgnum eftirburðin (placenta)? Royndir Josts
í Paris vilja vera við, at so er ikki. Man saðilkertulin á
fostrinum gera somatotrophin í fostrinum, meðan tað er í
móðurlívi? Jost7 hevur prógvað, at kroppur og limir á
kaninfostri, sum verður avhøvdað í móðurlívi, vaksa eins
væl og til somu stødd og á heilskapaðum fostri. Henda
sannroynd gevur uppaftur grun um, at saðilkertulin á
fostrinum heldur ikki hevur ábyrgdina. Spurningurin er
týdningarmikil og als ikki loystur. Men hetta sigur kanska