Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 23
Drunnur
29
starvsfólk hevur rætt at fáa. Um tað, sum hirðbýttlingur
(írskt: drúth, enskt: jester) átti at fáa, er so tikið til:
«Dromanna dronna (annað handrit: dronndha) in cech
threib / do drúithib, do doirseóirib» (ensk týðing: the
backs, the chines in every dwelling were given to jesters
and doorkeepers), Metrical Dindsenchas I, 26. 177 (ed.
E. G. Gwynn. Dublin 1903). Um rygg á tarvi er orðið
nýtt her: «o dela co droind» (o merkir «frá, úr», co «til,
at, í»; del merkir vanliga «buppa, vørta»!), Irishe Texte
III, 246. 106 (ed. Wh. Stokes og E. Windisch. Leipzig
1891). Um tarv, sum sundur var skræddur, er orðið havt
í hesum «týðingum» av staðanøvnum: «tuc a lon co
hÁth lúain ... et a drond co Droing (=Droind*n*Asoil)»
(he brought his loin to Áth Lúain .... and his chine to
Dronn Asail), Revue Celtique XV, 465. 29.
Nú á døgum merkir orðið (dronn, gen. druinne, pl. *a;
sagt: drún; eitur eisini: druinn) mest: «kúla á (kúlutum)
fólki ella øðrum livandi». Dinneen setir fram týðingarnar
soleiðis: «a ridge, a protuberance; a hump on the back,
a bent state of the back». í staðanøvnum, sigur Joyce
(Irish Names of Places, III, 157), at orðið merkir «a
hump».
Tað fyrsta írska dømið sigur okkum frá, at siðurin at
býta ella kanna vissum fólki vissar partar av krovi ella
kroppi er gamalt í geliskmæltum londum. Men ikki er
merkingin á tí írska orðinum rættiliga tann sami sum
tann, drunnur hevur á føroyskum. Heldur ikki er frætt,
at írar hava yrkt um drunn, so skyldskapurin hjá tí før*
oyska orðinum við tað írska er leysari enn tann skykb
skapurin, vit nú fara at røða um.
Hitt skotskígeliska tilfarið sýnir tað sama sum aðrar
orðarannsóknir av hesum slagnum, hetta, at Skotland og
Suðuroyggjarnar eru nærri okkum í slíkum føri enn írland.
Taka vit í hond hina gomlu megnarorðabókina frá 1828,
H. S. D., kenna vit okkum beinan vegin aftur. Har verður
dronn — í hvørsfalli: druinn, hjá Dwelly eisini: droinn