Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 35
Løgin fyribrigdi hjá hvali
41
Seta vit fram teknberingina í einari talvu, varnast vit,
at hon gerst algildug. Upplýsingarnar, hon gevur, eru
sýndar á 9. mynd. Her er t0 = aldurin, har strikan Iongd
aftureftir rakar abscissuna, og t er aldurin á fullbornum
fostri. Fastatalið «a» er hornið, sum strikan skapar saman
við abscissuni, og er tað mát fyri, hvussu skjótur vøkst*
urin er. Strikan fyri vakstrarskjótleika er fingin á tann
hátt, at triðja veldið av «a» er nýtt, av tí at vit nýta
triðju rót av tyngdini.
Kanna vit, hvar t0 rakar abscissuna, síggja vit, at fyri
allar kviðtíðir upp til 50 dagar er t0 40°/o av t innan fyri
nettleikan 15°/o; fyri kviðtíðir millum 50—100 dagar er
t0 30% av t, millum 100 og 400 dagar 20% og yvir 400
dagar 10%, men fyri hesi fostur hava vit fáar upplýsingar.
Góðtaka vit hesa algildisreglu, vita vit «t», kviðtíðina
og tyngdina á tí fullborna fostrinum W og tí eisini W1/3,
so ber til at siga aldurin t0 . Hann liggur fastur, har sum