Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 19
Drunnur
25
ikki av kúgv. Eg seti hann fyri Janus á Brúgv». Hann,
ið drunnin fekk, mátti sum skjótast beina hann frá sær
til ein annan við einari rímu, og tað kundi nú vera ymist,
hvussu menn vóru orðakringir til at ríma. Tá so ikki bar
upp á rím, ella einki høpi var í, kundi láturin vera ab
mikil. . . . Stundum bar á, at drunnurin kom fyri ein, ið
hevði gávurnar, og tá kundi ríman verða bæði long,
fyndug og stuttlig. Tá varð lurtað væl eftir og klappað í
lógvar aftaná».
Vit venda nú afturá aftur, og spyrja: Er drunnur eiti
á øðrum enn teirri uppskrýddu hárógvuni (av neyti ella
seyði), sum enn á døgum gongur í brúdleypum, og sum
fólk loysa seg frá við orðum, sum bera upp á rím? Jú,
eisini í hvønndagslívi er drunnur eiti á tí stykkinum á
krovinum, sum mest verður kallað hárógva (sagt: har*
ragva; suðuroyingar siga: harrágv, styttri formur, sum er
yngri), og bæði ósamansett og samansett er orðið havt um
aftasta partin á livandi skapningum, ferføttum, fólki og
fugli. I Dýralæruni (bls. 65) sigur Mikkjal á Ryggi so
frá, hvussu góð mjólkkúgv eigur at vera vaksin: «ryggurin
beinur . . . . og ikki ov skarpur, drunnurin langur og
breiður og ikki ov hallur». Um (livandi) seyð er orðið
ofta nýtt, tá ið sagt verður frá, hvussu litt ið er (t. d. lit
ella øgn niður á drunnin). Samansett orð av hesum slag*
num eru t. d. drunnhvítur, sum Dr. Jakobsen hevur
skrivað upp í «litorðinum»: hjølmut = drunnhvítur;
drunnmorreyður (Sandoy); drunnsvartur (Skálavík),
dr. Jakobsen: eygsvart*drunnsvartur; drunnlittur
(Mikkjal á Ryggi: hvítur við svørtum liti, Líggjas Hús*
garð: lit á drunninum, Skálavík: lit niður á drunnin, tó
sigur Jóannes Dalsgarð: um seyð, sum hevur svartan lit
á drunninum). Drunnur er kanska ikki allastaðni «aftur*
partur á fólki», men sumstaðni er orðið nýtt so, t. d. «set
teg niður á drunnin (sagt við ein smádrong)» (Mikkjal
á Ryggi), «N. N. hevur brotið drunnin» (havnarmaður).
Úr Sandvík hevur Jóhannes av Skarði fingið hetta (sagt