Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 62
68
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
við tey. Forchhammer (1824) nevnir «urege!mæssig Basalt»
á leiðini úr Tjørnunesi (Kjódenæs) í Hvannhaga (Quónn<
hea) og sigur, at kolið í Hvannhaga man vera skrætt
leyst og lyft upp, tí at tað eftir strokinum at meta ikki
eigur at vera har. Trevelyan (1823) sum ferðaðist í Før*
oyum saman við Forchhammer, nevnir «columnar Basalt»,
innskotið í Tjørnunes (Tiodnenæs). Geikie (1880) nevnir
«intrusive Basalts» fram við strondini úr Hvannhaga
(Kvanhauge) í Tjørnunes (Tiódenenes) og norðantil á
Hvalbiarfirði. Hann heldur at hesi innskot øll hoyra
saman. Helland (1880) og Bøggild (1928) nevna heilt stutt
tey óregluligu innskotini. Geikie (1880) og Bøggild (1928)
nevna eisini innskotið blágrýti við strondina í Froðba,
men hetta er neyvan rætt. — Tá kolakortleggingararbeiði í
Suðuroy fór framm í árunum 1952—54,1 vóru gosmyrjan
og tey óregluligu innskotini eisini gjølla umfarin, men við
tað at tey mangastaðni bert eru sjónlig í steyrrættum bergi
ella bakka, fæst avmarkað kortmynd sjálvandi ikki av
teimum á hesum støðum. Sum framman undan nevnt hava
tey óregluligu innskotini skotið seg inn í gosmyrjuna og
kolalindina, í Suðuroy eystantil á oynni. Hetta sæst skilliga
á 2. mynd, sum vísir eitt jarðfrøðiligt kort av norðaru
helvt í Suðuroy.
Norðantil á Hvalbiarfirði sæst innskotið blágrýti fram
við allari strondini frá gomlu lendingini út á Reyðabarm.
Innan fyri lendingina sæst lítið til tað, men eystur eftir
verður innskotið tjúkkari og tjúkkari út á Hamranes, har
tjúkdin oman fyri sjóarmálan er um leið 35 m. Ur Hamra*
nesi eystur móti Reyðabarmi tykist tjúkdin aftur at minka.
Teinurin av lendingini út á Reyðabarm er 11 — 1200 m
langur. Stundum stendur innskotið sum brattur hamari
beint í sjógv, stundum er tað niður máað. Á Hamranesi er
hamarin 20 m høgur, eystan fyri gomlu lendingina og uttan
fyri nýggju lendingina er hann um leið 10 m. Innan fyri
1 Danmarks Geologiske undersøgelse og Føroya landsstýri.