Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 60
66
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
í hølunum á oman fyri nevnda spreingigosi. í niðaru ba»
saltfláunum er grótslagið sum áður sagt blágrýti; í ovaru
basaltfláunum er grótslagið nógv meira fjølbroytt. Aðab
grótsløgini eru: Blágrýti, feldspattinnut basalt (grágrýti)
og olivinbasalt, men frábrigdini eru mong. Tjúkdina á
ovaru basaltfláunum meta vit at vera út í móti 2000 m;
tjúkdina á niðaru basaltfláunum meta vit at vera 1000 m,
so tjúkdin á niðaru og ovaru basaltfláunum tilsamans
verður út í móti 3000 m. — Rannsóknir tey seinastu árini hava
víst, at vit mega tvíbýta ovaru basaltfláirnar í ein niðara
og ein ovara part1 soleiðis at niðari parturin verður um
leið 1000 m og ovari út í móti 1000 m. — í niðara parti
av ovaru basaltfláunum eru tær einstøku basaltfláirnar
vanliga tunnar, 1—2 m, ofta upp aftur tynnri, men hendir
seg væl tjúkkari. Royðugrót er ikki vanligt millum fláir=
nar; samankomingin er oftast poknut, samanbrend og
illskukend. Hesin niðari parturin av ovaru basaltfláunum
er til allastaðni oman á kolalindini í Suðuroy og í
Vágum. Á Streymoynni fer hann í sjógv vestantil á oynni
millum Dalarnar og Velbastað, og eýstantil á oynni norð*
an fyri Kaldbaksnes. I Suðurstreymi og norður í Sneis
er hann taktur við ovara parti av ovaru basaltfláunum.
í Eysturoynni fer niðari parturin í sjógv á Saltnesi og
miðskeiðis á Lambavík, og er hann taktur við ovara parti
av ovaru basaltfláunum í allari oynni uttan á Eiðiskolli.
Norðantil í Norðuroyum er niðari parturin eisini oman
fyri sjóarmálan, allar staðir taktur við ovaru basaltfláunum.
í ovara partinum av ovaru basaltfláunum eru grótfláirnar
vanliga væl tjúkkari enn tær eru í niðara partinum, og
royðugrót er vanligt millum fláirnar. Hamrarnir eru stund*
um sprottnaðir í heldur óregluligar stabbar.
Sum frá sagt, halda vit, at grótbræðingarnar í niðaru
basaltfláunum eru komnar úr longum goskluftum. Tað er
líkt til, at grótbræðingarnar, ið gjørdust til ovaru basalt*
1 Kanska skulu tær trýbýtast, men tað vilja komandi rannsóknir vísa.