Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 76
82
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
høgur stabbagrýtishamari. Á Stórareyni er hon heyggjut,
eitt sindur av vøkstri er millum heyggjarnar. Skilligar ís*
rípur síggjast oman á henni, og av ísbrýningunum sæst,
at ísurin hevur gingið vestur av henni. í Gjáarbotni er
niðara samankomingin við ánna upp úr gjónni 310 m og
ovara samankominging vestan fyri Skeiðsskarð 475 m o.sj.
(11. mynd). Eisini í Gjáarbotni er syllin skilliga ísbrýnd (8.
mynd). í Reipaskor og sunnanfyri Bláhamrar tekur syllin seg
10. mynd. Strikumynd av syllini úr Dalsnípuni upp i Núgvuna.
(Sketch of Streymoy-sill Dalsnípan—Nugvan)
knappliga upp suðureftir, sker seg upp gjøgnum hamrarnar,
upp í Núgvuna. Niðara samankoming er her 630 m o. sj.
Eisini sæst niðara samankomingin allan vegin úr Dalsnípuni
upp í Núgvuna, har syllin gongur sum brattur hamari
(9. og 10. mynd). Sum framman undan nevnt, er tjúkdin
minst eystantil. Norðan fyri Hundsarabotn er hon bert
5—7 m. í Stígaskarði skilir syllin seg sundur í tvær grein*
ar; niðara samankomingin er her 378 m o. sj. og ovara
samankomingin 415 m o. sj. — Suðureftir sker eysturjaðarin
á syllini seg næstan steyrrætt upp gjøgnum Stall; hallið
er 75°—80° í útsynning, tjúkdin um leið 15 m og niðara
samankomingin 580 m o.sj.
Tær gongir sum hava samband við, ella ætlast kunnu
at hava haft samband við syllina eru 6 í tali. Norðantil
á Sátuni, í Navagjógv, er ein tvørgrýtisgong. Hon er um
leið 10 m breið og gongur upp undir syllina. Samankom*
ingin er skillig. Oman fyri syllina sæst gongin aftur, og
tað ber til at eygleiða hana heilt upp í Sátuna og niður
aftur sunnan fyri, har hon sæst hava samband við gong*
ina sunnantil á Sátuni; eisini har suðuri er hon avskorin