Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 39
Løgin fyribrigdi hjá hvali
45
strikuna fyri L hjá hvali ella, vita vit (soleiðis sum vit
gera) tyngdina á nýbornum hvølpi, at festa W'/3ískapið á
strikuni nýtandi tD =20% av t.
Gera vit hetta eftir rannsóknarúrslitunum av royðri,
síggja vit, at strikan er ógvuliga reyst (11. mynd). Men
sannleikin er, at hetta er ikki so løgið. Tí at hugsa vit
okkum um, skilja vit, at hvalafostrið í 11 mánaðir í
móðurlívi veksur, til tað vigar 1—4 tons (1000—4000 kg).
Hetta ger tað í 11 mánaðir, einans tveir mánaðir út um
fosturtíðina hjá einum barni, og tað vigar ikki meira enn
eini 3 kg. Vøksturin hjá royðrarfostri er um Ieið 1000
ferðir so skjótur sum hjá einum barni.
Víst hevur verið á, at allir Primatar á 10. tnynd eru á
somu beinu striku. Tað merkir, teir vaksa eins skjótt;
men til tess at fáa eitt fullborið fostur, sum vigar um 3
kg (størsti primatmýføðingur). er neyðugt at leingja um
tíðina, fostrið er í lívmóðurini.
í Føroyum vóru í ár (1957) líkindi til at økja hesa
kanning av Primatum við einari gransking av ymsum
sløgum av Cetacea. Á hvalastøðini við Áir vóru fostur
hjá nebbafiski. Rundan um Føroyar eru kvidnir grinda=
hvalir, og fostur úr teimum vóru eisini fingin. Og á Fiski*
rannsóknarstovuni í Tórshavn eru bøkur um hval.
Ur øllum hesum keldum: Bókasavni, hvalastøð og ser*
stakliga okkara egna royndartilfari var gjørligt at fáa
rannsóknarúrslit um hvalasløgini. Sundurloyst eftir somu
reglu, sum Widdas nýtti til onnur súgdýr gjørdu hesi
rannsóknarúrslit okkum førar fyri at gera ta roynd, at
Cetacea er heilt ólíkur Primati vøkstri viðvíkjandi. Til
tess at royður fær borið eitt stórt fostur, noyðist tað at
vaksa skjótari enn fostrið hjá nebbafiski, seiðhvali og
grindahvali, soleiðis sum 11. mynd sýnir.
Hesin áhugi fyri vøkstri í móðurlívi stendst av fleiri
atvoldum. Fyrst er hin reina atvoldin: Áhugin fyri einari
lívfrøðiligari sannroynd ella lívfrøðiligum fyribrigdi, tí at
tað í sær sjálvum er áhugavert. Harnæst eru vit forvitnir,