Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 42
48
Løgin fyribrigdi hjá hvali
nóg mikið um áhuga okkara fyri øllum saðilkertlum, sum
vit vóru førir fyri at fáa.
Og so at enda: Tá ið vit røða um samanrenningina av
kolevni, vatnevni, súrevni og køvievni til eggjahvítaevni,
so er tað vert at líta at teirri sannroynd, at hvalur líkist
Ungulata (seyði, neytum, rossi, svíni og øllum dýrum
við hógvum og kleyvum) í tí, at í fosturblóðinum hjá
teimum eins og í øllum blóði er vínberjasukur (glucosa),
men eisini fruktsukur (fructosa), og í hesum er tað ólíkt
øllum øðrum blóði8,9. Nøgdin av hesum fruktsukrinum
er hægri enn av vínberjasukuri. Tað er í fosturvatninum, og
hjá seyði er tað gjølla kannað. Tað tykir at koma úr vín*
berjasukuri í fosturblóðinum, bert skapað tá ið eftirburð*
urin (placenta) er hjá, tí at tað hvørvur úr blóðinum hjá
lambinum, so skjótt sum tað er lembt. Fosturvevnaðurin
nýtir tað, um Ieið 10 — 12 mg hvørt minutt (nøgdin lagar
seg eftir aldrinum á fostrinum). Økist vínberjasukurið,
sum altíð verður nýtt í størri nøgd, í blóðinum, so mink*
ar nýtslan av fruktsukuri10'11’12. Og øvugt: Minkar vín*
berjasukurið, økist nýtslan av fruktsukuri. Tann munur er
á vínberjasukuri og fruktsukuri, at fruktsukurið sleppur
ikki frá fostrinum gjøgnum eftirburðin og aftur í blóðið
á mammuni. Minkar vínberjasukurið í móðurblóðinum so
nógv, at vandi verður fyri hypoglycaemia, so er frukt«
sukurið kortini goymt í fostrinum og tøkt hjá tí. Ikki er
sjaldsamt í Bretlandi, at seyður í haga og á fjøllum líður
hungur, tá ið kavi er. Tá doyggja nógvar kvidnar ær, og
nógv eru dømini um, at ærin doyr, men at fostrið er á
lívi (sjálvandi bert stutta tíð) eftir at mamman er deyð.
Spurningurin, sum leikar á viðvíkjandi hvali, er, at til
eru tveir flokkar: Táknahvalur og tannhvalur.
Skipingarmenninir, sum hava fragd av sundurgreining,
hava mett hvalin at vera ættaðan annaðhvørt frá Ungu«
lata ella frá Carnivora (kjøtátara). Meirilutin heldur frá
Carnivora, minnilutin frá Ungulata. Heilt upp til í ár
(1957) hevur fruktsukurið verið bundið at Ungulata