Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 80
86
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
Syllatilfarið í Núgvuni, Skælingi og í Sátuni er ógvu*
liga líkt. Tað er doleritbasalt. Undir sjóneyku síggja vit
plagioklaslistar sum vanliga eru 1—4 mm langir. Anorthit*
innihaldið er 60—65% (Labrador). Pyroxen sæst ofta sam=
anvaksið við ella innibyrgt í plagioklas. Eisini sæst jarn*
málmur og olivin. 1 samankomingini er grótslagið ógvuliga
tætt, stundum síggjast kortini plagioklaslistar um leið
1 mm til longdar.
Selatrað—Oyri. Syllainnskotið í Eysturoynni, millum
Selatrað og Oyri, er til stoddar nakað sum Streymoyars
syllin. Tað er heldur styttri, men breiðari, 6 km langt og
2—3,5 km breitt (13. mynd). Vestantil, út í móti Sunda*
lagnum, sæst syllin sum høgur stabbagrýtishamari (14.
mynd). Eins og Streymoyarsyllin er hon tjúkkast vestan*
til, bendir seg upp og tynnist eystureftir. Niðara saman<
komingin er í Veðranesi 135 m, í Sølvá 115 m, vestan fyri
Breiðá 80 m, í ánni miðskeiðis millum Breiðá og Oyri
165 m og oman fyri sunnara bøgarðin á Oyri 175 m o. sj.
Ovara samankomingin er við Sølvá 280 m, vestan fyri
Breiðá 400 m, við ánna miðskeiðis millum Breiðá og Oyri
430 m og upp av sunnara bøgarðinum á Oyri 440m o. sj.
Munurin millum hesi tølini vísir sjálvandi ikki tjúkdina á
syllini við tað at hon gongur so nógv upp eystur eftir og
ovara samankomingin er mátað nógv eystari enn niðara
samankomingin. Miða vit okkum aftur ímóti eftir tølunum
við Sølvá og niðaru samankomingina við Argisgjógv eystan
fyri Veðranes 170 m o. sj., so er tað líkt til at tjúkdin er
um leið 100 m her vesturi. Or Veðranesi gongur syllin
upp eystureftir. Sum nevnt er niðara samankomingin
Veðranesi 135 m o. sj. Eystur eftir er hon: Við Argis*
gjógv 170 m, við Blásendi 200 m, sunnantil á Stórakambi
265 m, við Sandá 305 m og sunnantil undir Rustini 405 m
o. sj. Hiðani gongur hon upp í Reyðafellstind, sum hon
sker steyrrætt tvørtur av soleiðis, at vestara helvtin við
sjálvum tindinum er innskot og eystara helvtin regluligar
basaltfláir. Ovara samankomingin gongur her suðuri sum