Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 80
86 Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum Syllatilfarið í Núgvuni, Skælingi og í Sátuni er ógvu* liga líkt. Tað er doleritbasalt. Undir sjóneyku síggja vit plagioklaslistar sum vanliga eru 1—4 mm langir. Anorthit* innihaldið er 60—65% (Labrador). Pyroxen sæst ofta sam= anvaksið við ella innibyrgt í plagioklas. Eisini sæst jarn* málmur og olivin. 1 samankomingini er grótslagið ógvuliga tætt, stundum síggjast kortini plagioklaslistar um leið 1 mm til longdar. Selatrað—Oyri. Syllainnskotið í Eysturoynni, millum Selatrað og Oyri, er til stoddar nakað sum Streymoyars syllin. Tað er heldur styttri, men breiðari, 6 km langt og 2—3,5 km breitt (13. mynd). Vestantil, út í móti Sunda* lagnum, sæst syllin sum høgur stabbagrýtishamari (14. mynd). Eins og Streymoyarsyllin er hon tjúkkast vestan* til, bendir seg upp og tynnist eystureftir. Niðara saman< komingin er í Veðranesi 135 m, í Sølvá 115 m, vestan fyri Breiðá 80 m, í ánni miðskeiðis millum Breiðá og Oyri 165 m og oman fyri sunnara bøgarðin á Oyri 175 m o. sj. Ovara samankomingin er við Sølvá 280 m, vestan fyri Breiðá 400 m, við ánna miðskeiðis millum Breiðá og Oyri 430 m og upp av sunnara bøgarðinum á Oyri 440m o. sj. Munurin millum hesi tølini vísir sjálvandi ikki tjúkdina á syllini við tað at hon gongur so nógv upp eystur eftir og ovara samankomingin er mátað nógv eystari enn niðara samankomingin. Miða vit okkum aftur ímóti eftir tølunum við Sølvá og niðaru samankomingina við Argisgjógv eystan fyri Veðranes 170 m o. sj., so er tað líkt til at tjúkdin er um leið 100 m her vesturi. Or Veðranesi gongur syllin upp eystureftir. Sum nevnt er niðara samankomingin Veðranesi 135 m o. sj. Eystur eftir er hon: Við Argis* gjógv 170 m, við Blásendi 200 m, sunnantil á Stórakambi 265 m, við Sandá 305 m og sunnantil undir Rustini 405 m o. sj. Hiðani gongur hon upp í Reyðafellstind, sum hon sker steyrrætt tvørtur av soleiðis, at vestara helvtin við sjálvum tindinum er innskot og eystara helvtin regluligar basaltfláir. Ovara samankomingin gongur her suðuri sum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.