Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 11
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
17
Rættiliga stórur partur fer til bakaravirki og ídnað, men at
!. endanum kemur tað sjálvandi, um tað so er umvegis, í
føroyska heimið og verður etið av fólkinum har. Á 2.
talvu er yvirlit yvir kolvætu í føðini hjá Føroyingum í
tíðarskeiðinum 1791 — 1935.
2. talva. Kolvætumikil føðievni i grammum í dagliga foroyska matinum
i tíðarskeicSinum 1791—1935. Har einki er skilað til, galda tølini nøgd-
ina yvirhøvur til hvørt einstakt fólk.
Breyð Epli Sukur Onnur kolvæta
1791-98 250 Smáar Smáar nøgdir
(til hvørt til« komið fólk) nøgdir
1851 144
1858-60 220 Smáar nøgdir
1935 343 389 128 Ógviliga stórs
ar nøgdir
Vanligt man vera at halda, at tað ikki er sjúkan sjálv
— diabetes mell. — men eitt dulgt ættarbregði sum verður
arvað. Hetta hóskar væl við tað, vit kunnu læra av fyrstu
framkomu sukursjúkunnar í tí kannaða økinum. Tær ætt=
ir, sum nú búgva her, eru yvirhøvur tær somu, sum her
hava livað í langt tíðarskeið — mangar øldir. Av teim 17
sukursjúku, sum fingu sjúkuna í tíðarskeiðinum 1931 —
26/ó 1952, er bert ein, sum er føddur uttan fyri kannaða
økið — í grannabygd — øll hini í økinum. Føðin hjá Før«
oyingum hevði til o. u. 1860, og uttan iva ikki fá ár longí
ur, so lítla nøgd av kolvætu, at hon í mongum førum
var sukursjúkuføði. Hon var beinleiðis gagnlig honum, ið
lyndi hevði til sukursjúku. Føðin helt sjúkuni niðri, so
at hon slapp ikki fram. Men føðin broyttist við og við,
so at hon í 1935, og ivaleyst eisini fyrr, kom til at hava
í sær ómetaligar nøgdir av kolvætu, sum so fekk sjúkuna
fram. Her er orsøkin til, at so nógv sukursjúk eru í Før=
oyum.
2