Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 86
92
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
upp suðureftir, upp undir Melheyggj, har niðara saman»
komingin er 270 m og ovara samankomingin 284 m o. sj.
Hiðani gongur hon eystur við Urðará. Uppi á fjallinum
bendir hon norðuráaftur.
3. Gongir. Gongir, tvørgrýti ella tvørgrýtislindir sum
tær eisini verða nevndar, eru til allar staðir í Føroyum
(17. mynd). Gongirnar eru umrøddar í eldri bókmentum
heilt aftur í 18. old, og tær jarðfrøðiligu ritgerðir um Før<
oyar, sum ikki onkursvegna nema við gongirnar, munnu
vera fáar. Tað tilfar, sum savnað er gongunum viðvíkjí
andi hesi seinastu árini, er ógvuliga stórt, men við tað at
hetta tilfar ikki er uppgjørt og handfarið enn, skulu gong*
irnar verða heilt stutt umrøddar; tær verða til serstaka
ritgerð seinri. Gongirnar eru aloftast beinar, stundum er
kortini bugur í teimum ella tær skáka knappliga av. Tað
tykist sum feldspatgongirnar ikki halda so beina leið sum
blágrýtisgongirnar, tær skotra seg ofta eitt sindur til lið*
irnar. Til tjúkdar og til longdar eru gongirnar rættuliga
ymiskar, stundum eru tær væl undir metur, stundum fleiri
metrar tjúkkar. Tjúkkasta gongin, vit hava verið varir við
í Føroyum, er suðuri í Sunnba; hon er 20 m tjúkk. Van*
ligasta tjúkdin man liggja millum 2 og 4 m. Tær longstu
gongirnar í Føroyum eru eygleiddar stívar 20 km, men
hetta er ikki full longd, við tað at tær ganga út av land*
inum, út á sjógv, við fullari tjúkd. í summum førum sæst
endi á einari gong. Gongin í Ravnagjógv á Streymoynni,
sum nevnd er framman undan, tekur seg niðan móti Tranti
sundur í fleiri greinar, sum so tynnast burtur í einki.
Grótslagið í gongunum er ymist, men eins og í teimum
regluligu basaltfláunum eru aðalgrótsløgini: Blágrýti, feld=
spattinnut basalt og olivinbasalt. Gongirnar eru aloftast
sprottnaðar í skilligar tvørstabbar, og týðuligur munur
sæst vanliga á grótslagnum í miðari gongini og úti við
samankomingarnar, har tað er fínkornut, stundum glar<
kennt av tí knappligu kølingini. Gongirnar ganga í ymsar