Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 24
30
Drunnur
— týtt soleiðis: «1. A rump, the Bard’s portion of the
mutton, on receiving of which any one is obliged to com*
pose a verse (uropygium, portio carnis bardo debita apud
Gaelos, et ab eo accepta, statim carmen componere solet).
2. A ridge, the back (dorsum)». Her er drunnurin, sum
yrkt ella rímað verður um, sagdur at vera av seyði. So er
ikki hjá James Logan (The Scottish Gael, 1831, seinna ÚU
gáva 1876, bls. 125). Har er sagt frá, at tá ið neyt varð
dripið, fekk smiðurin høvdið, innivistarmeistarin (the quart=>
er*master) húðirnar, og píparin bar kannuna av einum»
hvørjum øðrum parti; drunnurin («droin=uinn, a rump»),
verður lagt afturat, er tí kallaður skaldsparturin (the bard’s
portion), at tá ið onkur fekk (was helped to) henda part*
in, skuldi hann ella hon seta saman eitt ørindi, annars
fingu tey hann ikki. Hjá Dwelly er tað komið afturat, at
drunnurin gekk í brúdleypum.
Tað, sum her í fáum orðum er sagt um drunnsiðin í
skotskgeliska økinum er so meinlíkt tí, sum enn á døgum
er til í Føroyum, at vit við vissu tora at siga, at haðan
mugu orð og siður, beinleiðis ella óbeinleiðis, verða komin
til Føroya. At fólk so eisini í øðrum londum hevur rímað
uppi yvir livur (sbr. Graba) ella greyti (sbr. Hammers*
haimb), er víst; tað er alt nevnt í jútsku orðabókini hjá
H. F. Feilberg (II, 405). Men hetta vikar ikki tí føstu
grund, vit nú hava fingið undtr tilgiting dr. Jakobsens
í 1901.
Áðrenn vit enda hesa greinina, skal verða greitt frá ís=
lendskum orði, sum í ljóði líkist nógv tí føroyska; orðið
er drundur, m. Eg skal skila til, at tað, sum eg veit um
hetta orðið í íslendskum handritum (tey eru øll á Lands*
bókasafni), havi eg fingið alt úr savninum hjá hini stóru
orðabókini, sum dr. Jakob Benediktsson stendur fyri.
Drunnur í føroyskum og dronn í hjaltlendskum, bæði
hesi sniðini eru komin av sama geliska formi: dronn.
Meiri ivast vit í tí íslendska orðinum drundur, um hetta
annars er sama orðið. Sum áður er ávíst, eru elstu dømini