Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 51
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
57
l.mynd. 24*tímá gonadotrophinúrskiljingin dag um dag, sum er vaente
andi hjá konu, sum er við barn. Munur er á høvdini.
mikið av gonadotrophini í landinum til at geva tað árin,
sum krevst í royndardýrinum. Men tá ið kvinna hevur
gingið so leingi, átti ikki at verið neyðugt at prógva, at
hon er við barn. Tað skal tó verða nevnt, at vit vita um,
at gonadotrophinnøgdin veksur eitt sindur á øðrum sinni
við toxaemia hjá barnakonu.
Hvussu úrslitið av roynd at vita um kvinna er við barn
skal týðast, tað velst um, hvør roynd gjørd hevur verið.
1. talva vísir soleiðis, at í royndini við kalldýri av paddu*
slag, sum eingi følsk positiv úrslit gevur, har má positivt
úrslit bera prógv fyri eini mátbarari nøgd av gonadotroí
phin, og hetta kemur bert fyri — vita vit — tá ið kvinna
er við barn, ella tá ið hon hevur chorionepithelioma ella
mola hydatidosa. Av tí at henda royndin bæði er ódýrast
og skjótast at gera, tykist vera eyðskilt, at hon verður
kosin. Men eisini her eigur at verða havt í huga, at lík*
indi eru til at fáa eitt falskt negativt úrslit, tá ið ov leingi