Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 39

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 39
Løgin fyribrigdi hjá hvali 45 strikuna fyri L hjá hvali ella, vita vit (soleiðis sum vit gera) tyngdina á nýbornum hvølpi, at festa W'/3ískapið á strikuni nýtandi tD =20% av t. Gera vit hetta eftir rannsóknarúrslitunum av royðri, síggja vit, at strikan er ógvuliga reyst (11. mynd). Men sannleikin er, at hetta er ikki so løgið. Tí at hugsa vit okkum um, skilja vit, at hvalafostrið í 11 mánaðir í móðurlívi veksur, til tað vigar 1—4 tons (1000—4000 kg). Hetta ger tað í 11 mánaðir, einans tveir mánaðir út um fosturtíðina hjá einum barni, og tað vigar ikki meira enn eini 3 kg. Vøksturin hjá royðrarfostri er um Ieið 1000 ferðir so skjótur sum hjá einum barni. Víst hevur verið á, at allir Primatar á 10. tnynd eru á somu beinu striku. Tað merkir, teir vaksa eins skjótt; men til tess at fáa eitt fullborið fostur, sum vigar um 3 kg (størsti primatmýføðingur). er neyðugt at leingja um tíðina, fostrið er í lívmóðurini. í Føroyum vóru í ár (1957) líkindi til at økja hesa kanning av Primatum við einari gransking av ymsum sløgum av Cetacea. Á hvalastøðini við Áir vóru fostur hjá nebbafiski. Rundan um Føroyar eru kvidnir grinda= hvalir, og fostur úr teimum vóru eisini fingin. Og á Fiski* rannsóknarstovuni í Tórshavn eru bøkur um hval. Ur øllum hesum keldum: Bókasavni, hvalastøð og ser* stakliga okkara egna royndartilfari var gjørligt at fáa rannsóknarúrslit um hvalasløgini. Sundurloyst eftir somu reglu, sum Widdas nýtti til onnur súgdýr gjørdu hesi rannsóknarúrslit okkum førar fyri at gera ta roynd, at Cetacea er heilt ólíkur Primati vøkstri viðvíkjandi. Til tess at royður fær borið eitt stórt fostur, noyðist tað at vaksa skjótari enn fostrið hjá nebbafiski, seiðhvali og grindahvali, soleiðis sum 11. mynd sýnir. Hesin áhugi fyri vøkstri í móðurlívi stendst av fleiri atvoldum. Fyrst er hin reina atvoldin: Áhugin fyri einari lívfrøðiligari sannroynd ella lívfrøðiligum fyribrigdi, tí at tað í sær sjálvum er áhugavert. Harnæst eru vit forvitnir,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.