Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 30
36
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
samfelagi mong vandamál. Heilt frá elstu tíðum hevur menn<
iskjan haft áhuga fyri ellisvandamálunum. Hjá tjóðum á
einfaldum menningarstigi, og sum livdu sum flakktjóðir,
drópu tey bara tey gomlu tá ið tey vóru ikki longur ment
at fylgja við, og í summum hernaðarsamfeløgum var tað
hildið vanheiður at doyggja á strá, men heiðurligt at falla á
vali. Men í gomlum menningarsamfeløgum fjálgaðu tey um
tey gomlu, sum fyri ættini stóðu, og hjá teimum leitaðu tey
so ráð í øllum týdningarmiklum spurningum.
í miðøld royndu læknar og gullgerðar at framleiða heilsu«
drykkir til at veita menniskjuni nýggjan ungdóm aftur og
megi, og at tarna kropsligu týningini. í fornøld var miðab
livitíðin o. u. 20—30 ár. Flestu doyðu á barna* ella unglinga*
árum, og høgur aldur var sjáldsamur. Heilt til o. u. 1800
var miðallivitíðin lág, vaks so líðandi til um 1900 og var
tá o. u. 50 ár; hesi seinastu 60 árini er hon vaksin skjótt
og liggur í dag um 73 ár.
Ellisvandamálini taka tí til sín, og fram eru komnar
nýggjar vísindagreinir, gerontologiin (geron = gamal maður,
og logia = læran um), og geriatriin (av geron og iatria =
læknakynstur). Hin fyrra fæst við ellisvandamál, hin seinna
við ellisvomm. Innanfyri ellisvomm er æðrakálkingin týdn=
ingarmikil. Fjøld av vísindamonnum allan heim hava tí hesi
seinastu áratíggjuni meira og meira fingist við at granska
atvoldirnar til æðrakálking. Meðan vit í hesum sama tíðar*
skeiði hava givið gætur eftir støðugum vøkstri í tilburð*
um við æðrakálking í hjartaæðrunum hjá heldur ungum
monnum og monnum á miðjum aldri í øllum vesturheimi,
hevur granskingin ment seg enn meir. Hetta fyribrygdið er
ókent í tilafturskomnum londum. Til dømis hevur Keys10,11
víst á, at japanar búsettir í Japan sjáldan fáa sjúkuna, men
japanar búsettir í Ameriku fáa hana í líka mongum førum
sum amerikumenn annars. Meðan spurningarnir hava verið
granskaðir, hava menn fest seg við munin á matsiðum.
Mesti munurin er, at fólkini í vesturheimi eta nógv djóra*
fitievni (heilt til 40 % av kaloriunum) við nógvari mett*