Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 94
100
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
hvønnfall), kirkjuni, stundini (hvørjumfall), rópini,
børnini (fleirtal). Sagnorðaformar: vakti, fiskaði osfr.
Fornøvn: einki, bæði osfr.
Endingin >u er sagnorðafleirtalsending, eru, vóru, fisk=
aðu osfr., og harumframt endingin í bendu føllunum í
eintali av hinum nógvu veiktbendu kvennkynsnavnorðí
unum, gøtu, konu, troyggju osfr. Eisini í mongura
øðrum førum er endingin *u.
í tí, sum sagt er frammanundan, hava vit sæð, at U
endingar kunnu fáa u*framburð um summar leiðir. So er
ikki við í berum endaljóði. Endingin «i verður aldri
framborin *u. Nakað av samanfalli hevur tó verið millum
*i og «u, har so endingin verður framborin sum »e«djóð,
ið óivað kann skifta í framburði eftir fonetiskum viður*
skiftum og eisini eftir bygdum.
Samanfall av *i og =u (t. d. hoyrdi og hoyrdu =
»/ioyrde«) sýna niðurskrivingarnar úr Suðuroy, úr Havn
og úr bygdunum nær henni (i<parturin), úr Borðoynni,
Viðoynni (norður=iíparturin) og eisini úr Svínoy. Lutvíst
samanfall ella vøkkul málnýtsla er niðurskrivað í Fugloy,
á Húsum á Kalsoynni og í Húsavík. I Skopun eru *i og
=u heilt samanfallin.
Klárur skilnaður í framburði millum endingarnar *i og
«u er niðurskrivaður á Sandi og í Skálavík, og eisini í
Vágum, í Norðurstreymoy, í allari Eysturoynni og í
Mikladali.
II. Sjálvljóðini i og u í »levissimus«.
Fleiri av teim endingum, sum frammanundan eru við=>
gjørdar undir »levis« kunnu í bendingini koma at standa
í heilt herðingarveikum stavilsi, eisini í leksikalskum fram»
burði. í bundnum formi av bátur og torvkongul standa
»ur« og »ul« í »levissimus«: báturin og torvkongulin.
í føroyskum ger munurin í herðing vanliga skilligan mun
í sjálvljóðsframburðinum, so at u*dámurin ofta heilt hvørvur,