Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 96
102
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
seyði’«. Her er »effur« leksikalski framburðurin. í »Hann
fór eftir seyði« stendur fyrisetingin í herðingarveikum stað
í setninginum millum hitt heldur herðingarsterka »fór« og
hitt sterkt herda »seyði«. Sjálvljóðið i í eftir var skilligt
opið idjóð.
Sjálvljóðini i og u í heilt herðingarveikum stavilsi skifta
sjálvsagt eftir fonetisku umstøðunum og eisini eftir bygda*
málunum. í seigligum og mállæruávirkaðum framburði
verður ofta munur gjørdur á i og u í »levissimus«. Men
spurningurin er, um hesin munur er so stórur nakrastaðni
í bygdamálunum, at hesi ymisligu ljóð verða uppfatað
sum ymislig fonem.
Til tess at kunna kanna eftir, hvørt munur, ið vera
kundi á i og u, kundi gera týdningsmun, setti eg á spyrji=
lista mín røð av orðum í bundnum formi í hvørjumfalli
eintali og fleirtali, lið um lið: hestinum — hestunum^
bátinum — bátunum, húsinum — húsunum osfr. Sjálv*
sagt er ógvuliga torført at uppfata sjálvljóðsframburðin í
hesum orðaformum. Uti við helvtin av niðurskrivingunum,
sum hinir føroysku lærararnir gjørdu, sýna samanfall av
eintali og fleirtali. Bygdirnar, har samanfall av sinum og
íunum er niðurskrivað, eru Sunnbøur,ls Akrar, Hov,
Tvøroyri, Hvalbøur, Húsavík, Skopun, Kaldbak, Kvívík,
Oyri, Selatrað, Skáli, Árnafjørður og Viðareiði. Harumframt
havi eg sjálvur skrivað niður samanfall í Havn, á Velbastað,
í Nólsoy, í Miðvági, í Vestmanna, í Syðrugøtu, í Leirvík
og í Fuglafirði. Eg rokni upp hesar bygdir til tess at vísa
á, at samanfall er niðurskrivað allastaðni úr Føroyum.
Men nógvar niðurskrivingar gera mun á / og u í formum
av hesum slagnum. Tó ikki ber til av hesum at halda, at
framburðarmunur veruliga er í sonnum bygdarmálsfram*
burði. Vitanin um munin á hestinum og hestunum í
skrivaðum máli man hava gjørt sítt í mongum førum.
Fleiri av frásøgumonnum mínum, sum bóru fram eintal
og fleirtal eins, hildu sjálvir, at tað bar til at hoyra mun.
Men tann týdningsmunur, ið teir uppfataðu, var ikki í