Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 44

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 44
50 Um landnám Gríms Kambans i Føroyum søguna. Her kann verða lagt aftrat, at søgustubbin um Auðr djúpúðgu og Gøtuskeggjar ber eyðkenni av teimum pettunum í hinum varðveittu Landnámaskjølum, ið ætlast at vera úr hini elstu Landnámu.1) Flatoyarbókin og ÁM 62 fol. eru systurhandrit, soleiðis at tann, ið hevur skrivað Flatoyarbókina, hevur skrivað tað sama ÓlTr*handritið av, sum tann, ið skrivaði ÁM 62 fol. Maðurin, ið skrivað hevur felags upphavsritið at teimum báðum handritunum, hevur havt eitt merkiligt lyndi til at loypa einstøk orð um; hin frálíki skrivarin, sum skrivaði ÁM 62 fol., endurgevur upphavsrit sítt í tílíkum støðum aloftast orðaraðið, meðan skrivarin av Flatoyarbók hevur roynt at »rætta«. Eitt týðuligt dømi um hetta hava vit í 1. kapitli í Føroyingasøgu, áðrenn Flatoyarbókin skifti upp» havsritið og fer at endurgeva hina serstøku Føroyinga* søguna. í ÓlTr (ÁM 61 fol.) stendur soleiðis: »Sva er sagt at Grimr kamban bygði fyrstr manna Færeyiar. En á dpgum Haralldz ens harfagra flyðu fyrir hans RÍki fiplði manna.«2) 1 ÁM 62 fol. ljóðar hesin stubbin soleiðis: »Sva er sagt at Grimr kamban bygdi fyrst (rættað frá fyr) Færeyíar a dpgum Haralldz ínns harfagra flydu fyrir hans oÍRÍki fíoldi manna«. Tó at hesin teksturin ikki hevði verið aðrastaðni enn í ÁM 62 fol., hevði tað týðuliga sæst, at hann var avlagaður, okkurt mátti verið burturdottið. Hetta hevur tann, ið skrivaði Flatoyarbókina, verið varur við, og hann hevur roynt at rætta. Við tað at hann hevur lagt ættar* talvuna burturúr, skrivar hann bert »hann bygde« í staðin fyri sum í hinum handritunum »Svá er sagt at Grímr kamban byggði;« annars rættar hann tekstin í upphavsritinum, so=> leiðis, at hann setir punktum aftan á harfagra og f>a framman fyri flydu; tí er hesin tekstur komin: »hann bygde fystr Færeyiar a dpgum Haralldz híns harfagra. jsa flydu firir hans ofRÍki fíoldi manna,« og henda tekstin hava teir í 1) íslenzk fornrit V, s. XL, og Gerðir Landnámabókar, s. 209. 2) Editiones Arnamagnxanæ 2, s, 324—6.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.