Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 98

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 98
104 Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u skal eg eisini nema við tey. Tá bygdamálaniðurskrivingar hava verið um norðurlendskar málleiðir, hevur ofta verið hildið, at nóg mikið var at hava ein frásøgumann úr bygd til tess at kunna skriva bygdarmálið niður. Um málnýtslan í bygdarmálinum er toluliga føst, kann vera nóg mikið at hava ein frásøgumann, um mál hansara er eyðkenniligt, og um honum eydnast at sleppa undan mistøkunum, sum áður eru umrødd. Hann, ið vil líta at málinum úr sociologiskum og søguligum sýnishornum, má sjálvandi hava fleiri frásøgu* menn úr somu bygd. Tað er bert undantak, tá tilfarið hjá mær ger tað gjørligt at gera nakra meting úr hesum sjónar* miðum, og tað, sum nú verður sagt, er bert almenn meting, ikki kanningaúrslit. Um ein kannar framburðarmun á ættarliðum í bygd, lítur ein at málnýtsluni úr søguligum sjónarmiði, og tað úrslit, ið fæst úr tílíkari kanning, kann leggja nakað afturat máh søguni. í fonematisku kanning míni av herðingarveikum i og u haví eg roynt at sýna málnýtsluna hjá hinum eldra fólkinum, ið tosar bygdarmál, og frásøgumenninar havi eg valt við hesum í huga. Fleiri ferðir, tá eg havi haft niður* skrivingar av eyðkenniligum framburði hjá fleiri ættarliðum í somu bygd, hevur verið lætt at síggja ættarliðamun á framburðinum. Tað ræður um at vita kyn, aldur, heimbygd, burturverur av staðnum osfr. hjá frásøgumanni fyri hvørja niðurskriving. Allar málsligar hendingar koma av ávirkan manna hvør á annan í bygdarlag. Um vit hugsa okkum føroyska av» bygd, ið málsligar ávirkanir uttanífrá ikki røkka, ganga vanliga málsligu broytingarnar sáttliga, og ikki síggjast málslig lop mann undan manni. Men um fleiri ymissir framburðir eru til lið um lið í bygdini, so sum er, t. d. tá heil hús ella fleiri skyld fólk eru flutt til, tá brotnar lætt* liga hitt regluliga lagið í bygdarmálinum, og ymsir fram* burðir, ymis orð og ymsar bendingar verða lið um lið. Tann framburður, sum tá so líðandi vinnur, er ikki altíð hann, sum flestu fólkini nýta. Summi málføri »rína betur á«
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.