Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 67
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
73
Hyggja vit so at húsi I, minnast vit, at veggirnir har eru
laðaðir á heilt annan hátt av fløtum snøggum steinum og
hellum settum eftir enda, og veggurin laðaður uttan bind*
ingarsteinar og við ífylling mest av smágróti; laðingarháttur,
vit ikki fyrr hava sæð í útgrivnum toftum, men sum vit
annars kenna væl úr Kirkjubøbæði í »Múrinum« og
biskupagarðinum og í toftunum hjá Húsfrúnni í Húsavík,2
serliga »ovaru Løðu«, ið alt eru miðaldarhús. Til tess má tó
verða sagt, at Kirkjubøar*veggirnir eru múraðir við skilpi,
sum hvørki er nýtt í Húsavík, tað ið enn er kannað, ella
í Sandavági, men í øllum førum er kortini haft smágrót
sutn ífylling. Hesin laðingarháttur tekur seg upp í miðjari
miðøld, o. u. 1200, í Norðurlondum. Er tað Erlendur, bis»
kupur, ið reist hevur »Múrin«, má hann hava byrjað verkið
seinast í 1200=4runum, doyr 1308, og hevur Húsfrúgvin
bygt garðin í Húsavík, má tað hava verið í 1300=árunum,
hon doyr 1403.12
Afturmarkið fyri laðingini av húsum I skuldi eftir hesum
verið 1200 árini, tað sama sum vit sóu var fyri tíðarseting
bronsuílátanna í húsi II, ið eisini eru at finna í hesum
húsi (hús I, 7). Av øðrum gripum her, sum benda á mið*
øld, skulu verða nevndar fitisteinshellurnar (hús I, 1), ið
helst eru baksturhellur, og svínabeinini (hús I, 25).
Crslitið av hesum rannsóknum má verða, at hús II eru
tey eldru, bygd einaferð tíðliga í miðøld, at hús I eru bygd
afturat teimum ikki fyrr enn í 1200*árunum, og at teir ið
bygdu tey eisini hava búð í húsi II, kann vera heldur
langt tíðarskeið tilsamans. Og ov vágið er ikki at siga, at
einki talar ímóti, at hetta er bústaður Torkils Onondar=
sonar og eftirkomara hansara. Rættiligu prógvini liggja vón«
andi enn goymd í fløttinum omanfyri og norðanfyri hesi
hús til komandi rannsóknir at finna.
VII. RÚNARSTEINURIN - BÚSTAÐURIN
Sum kunnigt sigur rúnarsteinurin, at Torkil »bygf)e ferta
s(t)af> fyst«; spurt kann nú verða um hetta er at skilja so,