Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 50
56
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
laðingini til brúnina er 2—3 m, og frá henni, omaná, til
liðasteinarnar 4—5 m.
III. ELDRI FUNDIR OG FRÁSAGNIR
1917 kom í Eingjartoftum eitt av forvitnisligastu forn*
minnum Føroya undan kavi — tann nú almannakendi rúnar*
steinurin við innskriftini: frorkæl onondarsun austmafrr af
ruhalande bygfre f>ena s(t)af> fyst, sum Brøndum=Nielsen3
tíðarfestir til o. u. ár 1200.
Albert Thomassen, bóndi, ið saman við faðir sínum
Dánjali í Bartalsstovu, Thomassen veturin 1916—1917
velti Kulluna, sum tá var teigalendi, greiddi í 1956 frá, at
rúnarsteinurin lá á ávísum stað saman við øðrum gróti, og
at teir rullaðu hann oman í gilið, har ið drongur var so
heppin at raka við, at rúnur vóru á honum. (2. mynd). Og
hann legði afturat, at teir har funnu: 2 vaðsteinar, 2 neva*
stórar »eldtinnur«, og 1 spannalangt brýni við holi í øðrum
enda.
Stutt norðan fyri tær nú rannsakaðu toftirnar kom Óla
JÁkup Jacobsen einaferð niður á við og hálm, sum hann
legði aftur.
Mikkjal Á Ryggi14 hevur í Miðvinga søgu frásøgn frá
manni, sum sigur seg hava funnið grótrennur og hoystøði,
sum hann breyt upp. Eisini telur hann har søgn um mann,
sum skal hava búð í Eingjartoftum.
A. W. Brøgger2, sum í 1934 vitjaði Eingjartoftir og sá
teir frammanfyri nevndu stóru tvísteinarnar, heldur teir vera:
»inngongusteinar« til eitthvørt, og líkt er til, at hann hevur
rætt, tí at oman frá hesum o. u. 0,80—0,90 m longu, 0,40
—0,35 m breiðu steinum gongur vallaður ryggur við gróti
í, sum neyvan kann vera annað enn veggjarleivd.
Hvørki henda ella aðrar grótryggir í tí annars grótfría
bø lá tað fyri at rannsaka gjøllari í hesi syftu, vit máttu
bara merkja okkum, at allur fløtturin hevur verið meira og