Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 112
118
Óðalsrætturin í Føroyum
Málsøguliga er orðið av somu rót sum fornn. halr (maður)
og danska helt, men tað fekk í Noregi ein serligan týdning.
I Snorra eddu verður sagt, at haulfrar eru teir bøndur, sum
eru av góðari ætt og njóta fullan rætt (»/>af eru buendr
faeir, er gildir eru at ættum ok rettum fullum«). í Borgar*
og Eidsivatingslógunum verður hauldmaðr og hauldborinn
nýtt um frælsar bøndur í gegnstøðu til leysgitnar og trælir
øðrumegin og lendir menn hinumegin. Fornn. lenda merkir
m. a. at veita einum og hvørjum land og ein lendr maðr
er ein maður, sum kongur hevur veitt jarðagóðs við lunn*
indum og somuleiðis ávísum hermálsligum og fyrisitingar*
ligum uppgávum. í Gulatingslógini gr. 185 eru sektargjøld
at finna fyri sár, sum vísa stættarstøðuna hjá honum, ið var
hauldr. Ein frígivin skal gjalda ein baugr, og sum áður
nevnt veruliga merkir ein ring (av gulli ella silvuri), men
her er virðið av einum baugr ásett til 12 oyru t. v. s. IV2
mørk í silvuri. Sonur hins frígivna skal gjalda 2 baugar,
bóndin 3, hauldin (óðalborinn maðr) 6, lendr maðr 12, jallur
24 og kongurin 48. í gr. 200 í lógini verður upproknað,
hvørjar bøtur teir ymsu stættirnir eiga rætt til. Her eru
gjøldini 6 oyru fyri ein frígivnan, 1 mørk fyri son hansara,
12 oyru fyri bóndan, 3 merkur fyri hauldr maðr, 6 merkur
fyri lendr maðr og 12 merkur fyri jall og biskup. í gr. 180
verður sagt, at mannsbótin hjá ein hauld skal vera 18 merkur
og. at bøtur hjá øðrum skuldu roknast í mun til hesar, smbr.
eisini gr. 224 og 243 somuleiðis 218. Tá ið lógin í gr. 180,
200, 224 og 243 nevnir hauldr, men í gr. 185 og 218 óðaU
borinn maðr, má haldast, at bæði hugtøkini eru einstýðandi.
Hauldr hevur eisini aðrar fyrimunir sambart Gulatingslóg*
ina. Sambart gr. 149 hevur hann rætt til funnan hval, sum
er 18 alin langur, meðan aðrir einans hava rætt til hálvt
so stóran hval, og sambart gr. 129 kann hauldr lata tí syni,
hann hevur við eini trælkonu, 3 merkur, meðan bóndin
einans kann lata 12 oyru (lendr maðr 6 merkur og sonur
hins frígivna 6 oyru). Konan hjá hauldr hevur eisini holb
ari støðu enn bóndakonan, tá ið talan er um tey keypsløg,