Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 118
124
Óðalsrætturin í Føroyum
sum svaraðu til Jútsku Lóg 1—34, soleiðis at meginreglan
paterna paternis, materna maternis var nú — eins og í Svia*
ríki — innførd fyri alt ríkið, sjá D. L. 5—3 — 1. Reglan frá
recessen frá 1547 varð uppihildin soleiðis, at »frit jorde=
gods« kundi verða selt uttan lógbjóðan, smbr. D. L. 5—3—3,
og tað sama var galdandi fyri keypstaðarjørð, sum mettist
eins og leysafæ, smbr. D.L. 5—3—4. Fyriskipanirnar í Donsku
Lóg vóru í sjálvum sær galdandi til tinglýsingarlógin fekk
gildi í 1927, men veruliga var lógbjóðanin fallin burtur
langt frammanundan. Ørsted sigur í 1831 (IV, s. 193):
»Overalt har hiin Forkjøbsret i flere Generationer biot para«
deret i Systemerne, uden at Man har seet Exempel pá, at
den er blevet reclameret«. Annars var fyriskipanin í roynd
og veru farin úr gildi, tá talan var um veruligar ognar«
garðar við fyriskipan frá 13. mai 1769, har tað í gr. 5
stendur, at ognarbóndin »er berettiget til at disponere over
hans Gaard, som han for godt befinder, med at afhænde,
sælge og pantsætte den, og saa fremdeles«. Á Bornholm
var iógboðsreglunum longri tíð lagað. Her varð ásett við
fyriskipan 14. oktober 1773 í gr. 10, at hann, sum var
sinnaður at selja ein ognargarð á Bornholm, mátti fyrst
lógbjóða hann »efter Lovens Maade til sine næste Frænder«.
Við Pl. 31. august 1827 vórðu gjøllari reglur ásettar fyri,
hvussu løgbjóðan skuldi fara fram, og tær serligu Born»
holmarreglurnar vórðu ikki sagdar úr gildi fyrr enn við
lóg nr. 5 frá 8. januar 1887.
Sum áður umrøtt vórðu óðalsrættarfyriskipanirnar í
Norsku Lóg broyttar við fyriskipan av 14. januar 1771.
Tilelvingin til reglugerðina var ein áheitan til kanceliið um
at siga óðalsrættin úr gildi, sum fekk tær fylgjur, at álit
vórðu iatin frá øllum fylkismonnum (amtmonnum) fútum
og sorinskrivarum í Noregi um, hvørt óðalsrætturin skuldi
haldast í gildi. Her vóru menn ójavnir á máli, soleiðis vóru
9 amtmenn fyri avtøku og 9 ímóti. Fýra ár áðrenn fyri*
skipanin kom út, varð óðalsrætturin vardur í ritgerðini hjá
norðmanninum Jens Bing Dons til doktarastigið í 1767, men