Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 4
10
Fronsk orð komin úr Føroyum
Havgásin sæst um veturin við strondina í Picardie í
NorðuríFraklandi. Har hevur hon fingið eitt serligt navn,
raquet, tað kemur av raquer ’spýta, harka’ og sipar til, at
hon hevur »helvitska rødd«. Sí Wartburg (1960).
Sítt núverandi latínska slagnavnið, immer, hevur havgásin
fingið av Brunniche (1764). Hann nevnir tað føroyska
navnið Ildbrimet (eftir Worm), tað íslendska Himbrime, og
millum tey norsku nøvnini Hav=Immer ella Imber. Tað
latínska slagnavnið immer hevur hann soleiðis ikki tikið
úr føroyskum1), men úr norskum.
Eitt annað orð hevur franskt fingið, um ikki úr føroysk*
um, so úr Føroyum. Tað er orðið eider ’æða’.
Síðan Brunniche í bók síni um æðuna (1763) fyrstu
ferð skrivaði nærri um navnið á fuglinum í ymiskum máU
um, hava málfrøðingar hildið, at franskt edredon, eingilskt
edder=down, edder=fowl, og eider= í hálendskum eiderdons,
eidereend og í týskum Eiderd(a)une. Eiderente (=gans,
=vogel) er komið úr íslendskum æðardúnn (framborið ai=)
saman við handlinum við æðudúni móti endanum av 17.
øld. Ur týskum er orðið komið til danskt ederdun, eder=
fugl, og haðani til norskt bókmál ederdun, ederfugl, og
svenskt ejder. Tað núverandi eingilska orðið eider=, sum í
18. øld avloysti edder=, er eftir Bradley í Oxford English
Dictionary (1893) komið úr svenskum, gjøgnum umset*
ingina 1780 av íslandsbrøvunum hjá svenskaranum Uno
von Troil (1777); men tann eingilski umsetarin hevur
ikki funnið orðið eider=bird í tí svensku útgávuni, tí hon
hevur áderfoglen og áderfoglen; hann hevur tað helst frá
tí týsku útgávuni 1779, sum eitur Eidervogel.
Ur svenskum skuldi eider ’æða’ eisini vera komið inn í
franskt gjøgnum handilin við æðudúni og varð nýtt har
fyrstu ferð í 1771, eftir Wartburg (1934). Eitt eldri franskt
orð edre, sum er funnið í tekstum frá 1260, 1393 og 16.
') Sbr. Finn Salomonsen (1958, bls. 52).