Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 4
10 Fronsk orð komin úr Føroyum Havgásin sæst um veturin við strondina í Picardie í NorðuríFraklandi. Har hevur hon fingið eitt serligt navn, raquet, tað kemur av raquer ’spýta, harka’ og sipar til, at hon hevur »helvitska rødd«. Sí Wartburg (1960). Sítt núverandi latínska slagnavnið, immer, hevur havgásin fingið av Brunniche (1764). Hann nevnir tað føroyska navnið Ildbrimet (eftir Worm), tað íslendska Himbrime, og millum tey norsku nøvnini Hav=Immer ella Imber. Tað latínska slagnavnið immer hevur hann soleiðis ikki tikið úr føroyskum1), men úr norskum. Eitt annað orð hevur franskt fingið, um ikki úr føroysk* um, so úr Føroyum. Tað er orðið eider ’æða’. Síðan Brunniche í bók síni um æðuna (1763) fyrstu ferð skrivaði nærri um navnið á fuglinum í ymiskum máU um, hava málfrøðingar hildið, at franskt edredon, eingilskt edder=down, edder=fowl, og eider= í hálendskum eiderdons, eidereend og í týskum Eiderd(a)une. Eiderente (=gans, =vogel) er komið úr íslendskum æðardúnn (framborið ai=) saman við handlinum við æðudúni móti endanum av 17. øld. Ur týskum er orðið komið til danskt ederdun, eder= fugl, og haðani til norskt bókmál ederdun, ederfugl, og svenskt ejder. Tað núverandi eingilska orðið eider=, sum í 18. øld avloysti edder=, er eftir Bradley í Oxford English Dictionary (1893) komið úr svenskum, gjøgnum umset* ingina 1780 av íslandsbrøvunum hjá svenskaranum Uno von Troil (1777); men tann eingilski umsetarin hevur ikki funnið orðið eider=bird í tí svensku útgávuni, tí hon hevur áderfoglen og áderfoglen; hann hevur tað helst frá tí týsku útgávuni 1779, sum eitur Eidervogel. Ur svenskum skuldi eider ’æða’ eisini vera komið inn í franskt gjøgnum handilin við æðudúni og varð nýtt har fyrstu ferð í 1771, eftir Wartburg (1934). Eitt eldri franskt orð edre, sum er funnið í tekstum frá 1260, 1393 og 16. ') Sbr. Finn Salomonsen (1958, bls. 52).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.