Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 84
90
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
í»il«. Eingin munur hoyrist á endingunum *i og *u: (eg)
hoyrdi og (teir) hoyrdu falla saman í framburðinum,
sum her vanliga er »e«djóð. Hetta eru bara nøkur fá dømi.
Orsøkirnar til samanfallið kunnu vera fleiri. Tað er lætt
at vísa á tær fonetisku: endingarsjálvljóðið verður ofta sagt
heldur óskilliga, tí tað er so herðingarveikt, og tað er ikki
altíð lætt at hoyra, hvat ljóð tað skal vera. Onnur orsøk
er í málsliga háttalagnum; tað er sera sjáldan, at tað hevur
nakran týdning fyri uppfatanina av tí, sum sagt verður, at
skilja millum herðingarveikt i og u. Gott dømi um hetta
eru sagnorðaendingarnar *ir og =ur, har stavsetingin sigur
frá endingum í fornmálinum, sum eisini fyri ein part eru
varðveittar í summum bygdarmálum. í málnýtsluni hevur
hetta at gera mun á i og u als ongan týdning, men kann
verða hildið »luxus« í málinum. Flestu bygdarmál í Før=
oyum hava á samlíkan hátt javnað út munin í presens=
bendingini, so at endingin «ur ræður uttan fyri i»partarnar.
At Havnin er ein av støðunum, har mállæran í talumáh
inum er einfaldað av samanfalli, er heilt náttúruligt. Tílík
einfalding er vanlig í støðum, har fólk við ymsum bygda*
málum koma saman.
Um nú fonematiski skilnaðurin millum i og u í herð*
ingarveikum stavilsi er yvirgivin, kann tað heldur ikki hava
stórvegis at týða, hvussu i og u verða framborin; hvørt
endingarsjálvljóð, sum ikki verður uppfatað sum a, má so
vera i ella u, sama ger hvørt teirra. So statt er als ikki
neyðugt at leggja neyvan dent á framburðin av endingar=
sjálvljóðunum.
Tey stóru fonetisku skiftini í framburðinum av endingar=
sjálvljóðunum eru eisini sjáldsama stór t. d. í Havn og í
Nólsoy. At gera av, hvat her er orsøk og hvat fylgja, er
neyvan gjørligt. Kemur hin størri ójavnin í framburðinum
av tí, at ikki er neyðugt at skilja millum i og u, síðan tey
fullu saman, ella er fonematiskt samanfall komið, tí bæði
endingarsjálvljóðini hava skift í so stórum, at øki teirra
hava umskarast og tí at enda ikki hava verið sundurskiljandi?