Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 62
68
Bústaður i Eingjartoftum, Sandavági
Hús I 3 2 brot av trom úr móreyðum brendum leiri brún*
glarað innan, grønglarað uttan, varðveitt longd 52 mm,
hædd 29 mm.
Funnið í mold millum grótfylling.
— I 6 1 brot av trom úr móreyðum, brendum leiri, brún»
glarað innan, varðveitt longd 40 mm, hædd 45 mm;
tromin 10 mm tjúkk, veggurin niðast 4 mm. Undir
tromini, ið er 10 mm tjúkk og eitt sindur útábend er
foyra og hjóling, sum endar í hvassari røð, haðan
gongur 4 mm tjúkkur veggur. Sbr. A. STEENSBERG.16
Funnið millum grótið í grótfylling.
Brýni.
— I 5 Gliturskifur, ljósagrátt á liti, 180 mm langt, 28—31 mm
breitt.
Funnið standandi i steinsetingini.
— 1 19 Gliturskifur, 54 mm langt, 17 mm breitt.
Funnið í øskulind omaná toftini, komið við í tøðum.
— I 20 Gliturskifur, 145 mm langt, 35 mm breitt.
Funnið inni við suðurveggin.
— I 21 Gliturskifur, 78 mm langt, 18 mm breitt.
Funnið inni við suðurveggin.
Bronsubrot.
— I 7 2 brot, annað er helst av flatkúputum íláti, eirt uttan
og innan, 75 mm langt, 35 mm breitt og 1 mm tjúkt.
1 eini síðuni eru 3 hol á rað, og í einum teirra situr
klinknagli. Hitt er lítil flís. Funnið i gólvskón.
— II 8 2 brot, annað er 32 mm langt, 8 mm breitt um annan
endan, um hin 2 mm og yvirhøvur 2 mm tjúkt. Tætt
innan fyri mjáendan er foyra rundan um, so at hann
verður sum lítil knøttur; í breiðendanum farvegur eftir
holi. Helst eitthvørt spenni. Hitt brotið 41—15 mm.
Funnið á gólvskón.
— II 9 ílátabrot, flatt, 2 klinknaglar sita i.
74 mm langt, 18 mm breitt, 2 mm tjúkt.
— II 10 Fleiri smá brot, 1 mm tjúkk, funnin saman við fitisteins*
flís í gólvskón.
— II 13 ílátabrot, ivaleyst av stórari grýtu, við 3 upphevjaðum
1 mm høgum sammiðjaðum rípum um. ímskón í støðum
annars eirt, 101 mm langt, 85 mm breitt, 3 mm tjúkt.
Sbr. S. GRIEG11.
Funnið í gólvskón.