Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 72
78
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
fyri hitt ov mikið tíðar* og staðarbundna. Tað ber sjáldan
til at gera ríkismáli stavseting, ið gjølla gongur eftir fram»
burði. Dømi um mál við stavseting eftir framburði eru
finskt og turkiskt. Hin vegin kann verða nevnt enskt, ið
er dømi um mál, har stavseting og framburður eru sera
ólík — í mongum førum eru ljóðbroytingar, ið longu høvdu
verið á Shakespeares døgum, ikki síggjandi í stavsetingini.
Tað er sjálvsagt, at mál, sum hevur fleiri fonetiska ser»
merkt bygdarmál, ikki altíð kann verða skrivað eftir fram«
burði í normalformi sínum (ríkismálinum). Tá skuldi so
sama orð verið skrivað ymist eftir bygdum og landspørtum;
og ríkismál má fram um alt hava fast lag fyri at hóva til
vildar.
Føroyska stavsetingin dylur í mongum førum framburðar*
munin, ið er á bygdamálunum. Tí høvuðsmuni, ið er á
bygdamálunum í Føroyum, hevur Hammershaimb greitt
frá í Færøisk Sproglære í Annaler for nordisk Oldkyndig=
hed og Historie 1854, og enn gjøllari hevur Jakob Jakobsen
viðgjørt bygdamálini í Færøsk Anthologi I, 1891. Men um
mun á bygdamálum í framburðinum av herðingarveiku
sjálvljóðunum i og u er ógvuliga lítið sagt har, og í frá«
greiðingunum, sum eru aftur at Lydskriftsprøver (F. A. I.
bls. 439 og frameftir) skrivar Jakob Jakobsen: »Ved siden
af endelserne og «ór træffes ogsá *i og «ir (særlig tib
hørende Tórshavn), hviiket ikke anføres særskilt i teksten
pá grund af disse endelsers hyppighed.« Tað, ið Jakob
Jakobsen hevur skrivað niður við ljóðskrift, sigur tí einki
um framburðin av skrivaðum i og u í herðingarveikum
stavilsi.
í stavseting síni hevur Hammershaimb nýtt søguliga hátta*
lagið út í æsir, tá hann skrivar endingarsjálvljóðini i og u.
Har fornmálið hevur í, skrivar hann i, og har fornmálið
hevur u, skrivar hann u. Svarabhaktisjálvljóðið, sum er
vorðið sama ljóðið í framburði og u í fornmálinum, verður
eisini skrivað u; t. d.: hestr verður hestur. Einki føroyskt
bygdarmál hevur — ella man hava haft á Hammershaimbs