Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 118

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 118
124 Óðalsrætturin í Føroyum sum svaraðu til Jútsku Lóg 1—34, soleiðis at meginreglan paterna paternis, materna maternis var nú — eins og í Svia* ríki — innførd fyri alt ríkið, sjá D. L. 5—3 — 1. Reglan frá recessen frá 1547 varð uppihildin soleiðis, at »frit jorde= gods« kundi verða selt uttan lógbjóðan, smbr. D. L. 5—3—3, og tað sama var galdandi fyri keypstaðarjørð, sum mettist eins og leysafæ, smbr. D.L. 5—3—4. Fyriskipanirnar í Donsku Lóg vóru í sjálvum sær galdandi til tinglýsingarlógin fekk gildi í 1927, men veruliga var lógbjóðanin fallin burtur langt frammanundan. Ørsted sigur í 1831 (IV, s. 193): »Overalt har hiin Forkjøbsret i flere Generationer biot para« deret i Systemerne, uden at Man har seet Exempel pá, at den er blevet reclameret«. Annars var fyriskipanin í roynd og veru farin úr gildi, tá talan var um veruligar ognar« garðar við fyriskipan frá 13. mai 1769, har tað í gr. 5 stendur, at ognarbóndin »er berettiget til at disponere over hans Gaard, som han for godt befinder, med at afhænde, sælge og pantsætte den, og saa fremdeles«. Á Bornholm var iógboðsreglunum longri tíð lagað. Her varð ásett við fyriskipan 14. oktober 1773 í gr. 10, at hann, sum var sinnaður at selja ein ognargarð á Bornholm, mátti fyrst lógbjóða hann »efter Lovens Maade til sine næste Frænder«. Við Pl. 31. august 1827 vórðu gjøllari reglur ásettar fyri, hvussu løgbjóðan skuldi fara fram, og tær serligu Born» holmarreglurnar vórðu ikki sagdar úr gildi fyrr enn við lóg nr. 5 frá 8. januar 1887. Sum áður umrøtt vórðu óðalsrættarfyriskipanirnar í Norsku Lóg broyttar við fyriskipan av 14. januar 1771. Tilelvingin til reglugerðina var ein áheitan til kanceliið um at siga óðalsrættin úr gildi, sum fekk tær fylgjur, at álit vórðu iatin frá øllum fylkismonnum (amtmonnum) fútum og sorinskrivarum í Noregi um, hvørt óðalsrætturin skuldi haldast í gildi. Her vóru menn ójavnir á máli, soleiðis vóru 9 amtmenn fyri avtøku og 9 ímóti. Fýra ár áðrenn fyri* skipanin kom út, varð óðalsrætturin vardur í ritgerðini hjá norðmanninum Jens Bing Dons til doktarastigið í 1767, men
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.