Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 98
104
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
skal eg eisini nema við tey. Tá bygdamálaniðurskrivingar
hava verið um norðurlendskar málleiðir, hevur ofta verið
hildið, at nóg mikið var at hava ein frásøgumann úr bygd
til tess at kunna skriva bygdarmálið niður. Um málnýtslan
í bygdarmálinum er toluliga føst, kann vera nóg mikið at
hava ein frásøgumann, um mál hansara er eyðkenniligt, og
um honum eydnast at sleppa undan mistøkunum, sum áður
eru umrødd. Hann, ið vil líta at málinum úr sociologiskum
og søguligum sýnishornum, má sjálvandi hava fleiri frásøgu*
menn úr somu bygd. Tað er bert undantak, tá tilfarið hjá
mær ger tað gjørligt at gera nakra meting úr hesum sjónar*
miðum, og tað, sum nú verður sagt, er bert almenn meting,
ikki kanningaúrslit.
Um ein kannar framburðarmun á ættarliðum í bygd, lítur
ein at málnýtsluni úr søguligum sjónarmiði, og tað úrslit,
ið fæst úr tílíkari kanning, kann leggja nakað afturat máh
søguni. í fonematisku kanning míni av herðingarveikum i
og u haví eg roynt at sýna málnýtsluna hjá hinum eldra
fólkinum, ið tosar bygdarmál, og frásøgumenninar havi eg
valt við hesum í huga. Fleiri ferðir, tá eg havi haft niður*
skrivingar av eyðkenniligum framburði hjá fleiri ættarliðum
í somu bygd, hevur verið lætt at síggja ættarliðamun á
framburðinum. Tað ræður um at vita kyn, aldur, heimbygd,
burturverur av staðnum osfr. hjá frásøgumanni fyri hvørja
niðurskriving.
Allar málsligar hendingar koma av ávirkan manna hvør
á annan í bygdarlag. Um vit hugsa okkum føroyska av»
bygd, ið málsligar ávirkanir uttanífrá ikki røkka, ganga
vanliga málsligu broytingarnar sáttliga, og ikki síggjast
málslig lop mann undan manni. Men um fleiri ymissir
framburðir eru til lið um lið í bygdini, so sum er, t. d. tá
heil hús ella fleiri skyld fólk eru flutt til, tá brotnar lætt*
liga hitt regluliga lagið í bygdarmálinum, og ymsir fram*
burðir, ymis orð og ymsar bendingar verða lið um lið.
Tann framburður, sum tá so líðandi vinnur, er ikki altíð
hann, sum flestu fólkini nýta. Summi málføri »rína betur á«