Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 44
50
Um landnám Gríms Kambans i Føroyum
søguna. Her kann verða lagt aftrat, at søgustubbin um
Auðr djúpúðgu og Gøtuskeggjar ber eyðkenni av teimum
pettunum í hinum varðveittu Landnámaskjølum, ið ætlast
at vera úr hini elstu Landnámu.1)
Flatoyarbókin og ÁM 62 fol. eru systurhandrit, soleiðis
at tann, ið hevur skrivað Flatoyarbókina, hevur skrivað tað
sama ÓlTr*handritið av, sum tann, ið skrivaði ÁM 62 fol.
Maðurin, ið skrivað hevur felags upphavsritið at teimum
báðum handritunum, hevur havt eitt merkiligt lyndi til at
loypa einstøk orð um; hin frálíki skrivarin, sum skrivaði
ÁM 62 fol., endurgevur upphavsrit sítt í tílíkum støðum
aloftast orðaraðið, meðan skrivarin av Flatoyarbók hevur
roynt at »rætta«. Eitt týðuligt dømi um hetta hava vit í
1. kapitli í Føroyingasøgu, áðrenn Flatoyarbókin skifti upp»
havsritið og fer at endurgeva hina serstøku Føroyinga*
søguna. í ÓlTr (ÁM 61 fol.) stendur soleiðis: »Sva er sagt
at Grimr kamban bygði fyrstr manna Færeyiar. En á dpgum
Haralldz ens harfagra flyðu fyrir hans RÍki fiplði manna.«2)
1 ÁM 62 fol. ljóðar hesin stubbin soleiðis: »Sva er sagt
at Grimr kamban bygdi fyrst (rættað frá fyr) Færeyíar a
dpgum Haralldz ínns harfagra flydu fyrir hans oÍRÍki fíoldi
manna«. Tó at hesin teksturin ikki hevði verið aðrastaðni
enn í ÁM 62 fol., hevði tað týðuliga sæst, at hann var
avlagaður, okkurt mátti verið burturdottið. Hetta hevur
tann, ið skrivaði Flatoyarbókina, verið varur við, og hann
hevur roynt at rætta. Við tað at hann hevur lagt ættar*
talvuna burturúr, skrivar hann bert »hann bygde« í staðin
fyri sum í hinum handritunum »Svá er sagt at Grímr kamban
byggði;« annars rættar hann tekstin í upphavsritinum, so=>
leiðis, at hann setir punktum aftan á harfagra og f>a framman
fyri flydu; tí er hesin tekstur komin: »hann bygde fystr
Færeyiar a dpgum Haralldz híns harfagra. jsa flydu firir
hans ofRÍki fíoldi manna,« og henda tekstin hava teir í
1) íslenzk fornrit V, s. XL, og Gerðir Landnámabókar, s. 209.
2) Editiones Arnamagnxanæ 2, s, 324—6.