Fróðskaparrit - 01.01.1975, Blaðsíða 51
How old is the Faroese grannastevna?
59
ORTAK
Tað hevur verið vanlig hugsan, at grannastevna er gamal stovnur í
Føroyum. Men høvundurin ivast í, at henda hugsan er bein og skjýtur upp,
at grannastevnan í sínum vælkenda líki frá seinna helmingi av 19. øld
man vera íkomin í tíðarskeiðinum 1836—42. Millum próvgrundirnar er
hin fullkomna tøgnin, ið valdar hjá høvundum sum Lucas Debes, Jørgen
Landt, Jens Chr. Svabo og J. A. Lunddahl í høpum, har sum væntandi
var, at grannastevna varð nevnd. 1 skrivaðum heimildarritum er orðið
ógvuliga sjáldsamt fyri 1836, og har sum tað kemur fyri, kann verða víst
á danska ávirkan á nýtsluna, og fundir, sum sipað verður til, tykjast ikki
hava verið grannastevnur í vanliga kendu merkingini. Bygdasamtyktir,
sum seinni vóru sjálvsagdar at gera á grannastevnu, vóru fyri 1843 framdar
á annan hátt, og nøkur dømi eru nevnd.
Fram verða fluttar sannanir fyri, at grannastevnan hevur uppruna sín
í skylduni, ið løgd varð á sýslumenn eina ferð um árið at ferðast um
sýsluna til at hyggja eftir, at Reskript af 19. August 1757 om Kendings-
Sóid og Reskript af 11. Maj 1771 angaaende Rosse-Brug paa Faróe vórðu
hildin. Orðið tykist vera innflutt av F. F. Tillisch og C. Ployen um 1836.
Um henda áskoðan fær undirtøku, kemur stovnanin av grannastevnuni
á sjálvsagdan stað sum eitt stig í tí neyðuga útflutningi av valdi burtur
úr Tórshavn í málum, sum hoyrdu til umsitingina av felags bygdaviður-
skiftum; onnur stig vóru lógirnar frá 1854, 1857, 1866 og 1901, og til-
elvingin var hin stóri vøksturin á talinum á óðalsmonnum í hvørjari bygd.