Fróðskaparrit - 01.01.1975, Blaðsíða 67
Uppmáting av vøtnum í Føroyum
75
Leynavatn er um 680 m langt og um 350 m breitt, har taS
er breiðast. Størsta dýpi, iS mátaS er, er 33,0 m. Av kortinum
sæst at viS Klivarnar, har vegurin fram viS vatninum liggur.,
dýpist heldur skjótari enn aSrastaSni. VatniS er annars javnt
djúpt.
Stóravatn (3. mynd)
Stóravatn liggur á Sandoynni, millum Skarvanes og Sands-
bygd. Á mátiborSsblaS nr. 39 er vatniS merkt at liggja 26 m
o. sj. Umframt ánna úr Lítlavatni renna bert smáir løkir í
vatniS; frá rennur vestureftir. VatniS er um 560 m breitt.
Vatnsstrondin er ójøvn. Steinar og sker eru ymsastaSni fram
viS henni. Úti á vatninum er dýpiS javnt. Størsta dýpi, iS
mátaS er, er bert 1,8 m.
Heygsvatn (4. mynd)
Heygsvatn liggur í SuSuroy, á HvalbiareiSi; eftir mátiborSs-
blaS nr. 43 er taS umleiS 20 m o. sj. Bert smáir løkir renna í
vatniS, og frá rennur eystureftir. Vatnsstrondin er ójøvn. Vatn-
iS er 280 m breitt; taS dýpist norSureftir, men har djúpast er,
er dýpiS bert 4,30 m.
Vatnið á Mølini (3. mynd)
VatniS á Mølini liggur í Eysturoy, tætt norSan fyri EiSis-
bygd. Bert smáir løkir renna í vatniS, og úr vatninum rennur
gjøgnum eina møl.
Eftir uppmátingum hjá Matrikulstovuni liggur vatniS 3,6 m
yvir miSalsjógv.
VatniS er langt og smalt og vatnsstrondin ójøvn. VatniS er
um 580 m langt og heldur grunt, men dýpist norSur móti
mølini. Har djúpast er, er dýpiS 3,4 m.