Fróðskaparrit - 01.01.1975, Blaðsíða 52
Fyribilsfrásøgn um garnasótt hjá seyði
í Føroyum
Eftir
Dánjal J. Bærentsen:-)
Garnasótt (paratuberculosis ella Johne’s disease) er ein ólekj-
andi smittusjúka hjá jóturdýrum, neyti, seyði og geit.
Onnur jóturdýr eitt nú dádýr, búflar1 og reindýr2 kunnu
eisini fáa sjúkuna.
Eyðkent fyri sjúkuna er ein varandi bruni í gørnunum, fyrst
í vilunum, men seinni í øllum gørnunum. Garnaveggurin trútn-
ar og somuleiðis slímhinnan, sum verður rukkut. Dýrið fær
afturvendandi innrið ella skitju, sum kann vara í mánaðar, til
tað at enda doyr í raki.1 2 3
Sjúkan er vælkend í grannalondum okkara eitt nú í Skot-
landi4 5, Irlandi6, Noregi7, Danmark8. Til Islands kom hon við
innfluttum seyði í 19331.
Garnasótt er ikki áður staðfest í Føroyum.
Á vári 1974 nevndi vágamaður fyri landsdjóralæknanum,
at einstakir seyðir í góðum árum doyðu í raki í Giljum og á
Eggini. Tað er ikki óvanligt, at seyður doyr í raki um hesa
árstíð í Føroyum, so einki varð gjørt burtur úr hesum tá, men
seinast í november varð aftur boðað frá ungum seyði, sum
holdini runnu av, og so varð farið vestur at hyggja at.
Tað var ein 3-vetur ær av Eggini í Miðvági. Ærin hevði
*) From the Chief Veterinary Officer, Faroe Islands.