Fróðskaparrit - 01.01.1975, Blaðsíða 66
74
Uppmáting av vøtnum í Føroyum
Seinni uppmátingar fóru fram á líkan hátt, bert varð nú
dýpið mátað við einum ekkoloddi Seafarer 3 (149 khz). Hin
merkta flotlínan varð sigld út frá bátinum og kundi vindast
inn aftur á eina rullu. Kósin var merkt við tveimum reyðum
fløggum á stuttum stongum. Tað nýtta farið var ein jolla
Pioner 7, sum vigar 35 kg, og er hon væl hóskandi at flyta á
einum biltaki.
Uppmátingarúrslitini av Fjallavatni, Leynavatni, Stóravatni,
Heygsvatni og Vatninum á Mølini eru viðgjørd í hesi greinini,
uppmátingarúrslitini av vøtnunum, ið eftir eru, verða latin úr
hondum í seinni grein ella greinum. Mátingarúrslitini eru víst
á talvum, og teir mátaðu teinarnir eru vístir á kortum av vøtn-
unum við brotastrikum.
Fjallavatn (1. mynd)
Fjallavatn liggur í Vágum, { norðara parti í tí langa dalinum
sum gongur frá Bøsdalafossi norður gjøgnum oynna til Reipsá-
foss. Sunnari í sama dali er Sørvágsvatn (Leitisvatn). Dalurin
gongur úr landsynningi í útnyrðing, sama leiðin sum firðirnir
millum oyggjarnar vísa.
Fjallavatn liggur 92,4 m yvir miðalsjógv eftir uppmátingum
hjá Matrikulstovuni. Vatnið er 2130 m langt, og millum 500
og 600 m breitt. Víddin er 1,0 km2.
Av kortinum (1. mynd) sæst, at við Grunndalsoyrar dýpist
skjótt niður á 30 m, meðan tað dýpist meira líðandi við Uttan-
húsoyrar. Somuleiðis sæst, at tað dýpist skjótari vestanfyri á
vatninum enn eystanfyri. Miðskeiðis gongur ein høgur ryggur
tvørtur um vatnið, soleiðis at sunnanfyri er ein lægd 38,3 m
djúp og norðanfyri ein lægd 46,6 m djúp. Á sjálvum rygginum
er dýpið 28 m.
Leynavatn (2. mynd)
Leynavatn liggur miðskeiðis á Streymoynni, stutt frá Leyn-
um. Vatnið er á mátiborðsblað nr. 26 merkt at liggja 63 m
o. sj. Norðanífrá rennur Dalá í vatnið, eystanífrá kemur áin
úr Mjáuvøtnum. Úr vatninum rennur Leynará.