Fróðskaparrit - 01.01.1975, Qupperneq 66

Fróðskaparrit - 01.01.1975, Qupperneq 66
74 Uppmáting av vøtnum í Føroyum Seinni uppmátingar fóru fram á líkan hátt, bert varð nú dýpið mátað við einum ekkoloddi Seafarer 3 (149 khz). Hin merkta flotlínan varð sigld út frá bátinum og kundi vindast inn aftur á eina rullu. Kósin var merkt við tveimum reyðum fløggum á stuttum stongum. Tað nýtta farið var ein jolla Pioner 7, sum vigar 35 kg, og er hon væl hóskandi at flyta á einum biltaki. Uppmátingarúrslitini av Fjallavatni, Leynavatni, Stóravatni, Heygsvatni og Vatninum á Mølini eru viðgjørd í hesi greinini, uppmátingarúrslitini av vøtnunum, ið eftir eru, verða latin úr hondum í seinni grein ella greinum. Mátingarúrslitini eru víst á talvum, og teir mátaðu teinarnir eru vístir á kortum av vøtn- unum við brotastrikum. Fjallavatn (1. mynd) Fjallavatn liggur í Vágum, { norðara parti í tí langa dalinum sum gongur frá Bøsdalafossi norður gjøgnum oynna til Reipsá- foss. Sunnari í sama dali er Sørvágsvatn (Leitisvatn). Dalurin gongur úr landsynningi í útnyrðing, sama leiðin sum firðirnir millum oyggjarnar vísa. Fjallavatn liggur 92,4 m yvir miðalsjógv eftir uppmátingum hjá Matrikulstovuni. Vatnið er 2130 m langt, og millum 500 og 600 m breitt. Víddin er 1,0 km2. Av kortinum (1. mynd) sæst, at við Grunndalsoyrar dýpist skjótt niður á 30 m, meðan tað dýpist meira líðandi við Uttan- húsoyrar. Somuleiðis sæst, at tað dýpist skjótari vestanfyri á vatninum enn eystanfyri. Miðskeiðis gongur ein høgur ryggur tvørtur um vatnið, soleiðis at sunnanfyri er ein lægd 38,3 m djúp og norðanfyri ein lægd 46,6 m djúp. Á sjálvum rygginum er dýpið 28 m. Leynavatn (2. mynd) Leynavatn liggur miðskeiðis á Streymoynni, stutt frá Leyn- um. Vatnið er á mátiborðsblað nr. 26 merkt at liggja 63 m o. sj. Norðanífrá rennur Dalá í vatnið, eystanífrá kemur áin úr Mjáuvøtnum. Úr vatninum rennur Leynará.
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.