Fróðskaparrit - 01.01.1975, Blaðsíða 55
Uppmáting av vøtnum í Føroyum^
Eftir
Sigmund í Dali.
Vøtnini eru lítið umrødd í vísindaligu bókmentunum um
Føroyar. Geikie (1880) kom til taS úrslit, at tá 1 ella 2 eru frá,
stavaðu vøtnini frá lægdum (rock-bassins), sum ísurin hevði
máaS niSur í lendiS. Rudolphi (1914) skilur millum vøtn viS
uppruna í glersetingini og avbyrgd vøtn (Barriereseen). ViS
mátiborSsbløSunum sum grundarlag lýsir Rudolphi tey størstu
vøtnini. Hann sigur frá at U. Dampf í 1912 mátaSi størsta
dýpi á Sandsvatni til 2,5 m og á Sørvágsvatni til 35 m, og
somuleiSis at Willemoes-Suhm í 1872 mátaði størsta dýpi á
Toftavatni til 9 m.
Rasmussen (1968) skilur ímillum vøtn, iS stava frá glerset-
ingini, avbyrgd vøtn og tektonisk vøtn (burturmáaS tvørgrýti
ella rivuløg).
ÚrslitiS av eini uppmáting av Fjallavatni, sum høvundurin
gjørdi fyri SEV í 1972, birti undir áhugan at fara undir eina
miSvísa uppmáting av vøtnunum í Føroyum. Ætlanin er viS
so fáum uppmátingum sum gjørligt at fáa hylling á skapinum
á vøtnunum og leggja úrslitiS fram, áSrenn gjørd verSur met-
ing av uppruna teirra.
Á Fjallavatni var dýpiS skattaS viS einum stálmátibandi
fyri hvørjar 25 m á 6 strekkjum tvørtur um vatniS, og somu-
leiSis á strekkjum út frá báSum endum á vatninum. Tann út-
róni teinurin varS mátaSur á einari merktari flotlínu, sum var
spent tvørtur um vatniS.
*) Føroya Jarðfrøðisavn og Danmarks Geologiske Undersøgelse.