Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 57

Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 57
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist? 65 Tó at kvæðið er farið somikið illa í tungulist, at bæði enda- rím og orðalag í ørindunum mugu haldast at vera avlagað í mongum førum, er tað kortini greitt, at fyrsti og annar táttur hava upphavliga verið yrktir við ymiskum ørindisløgum, og víðari at hetta fyribrigdið ikki samsvarar við regluligan før- oyskan kvæðayrkingarhátt, har ørindislagið ikki skiftir tátt úr tátti (sbr. t. d. tættirnar í CCF 1 Sjúrðar kvæði). Skulu vit leita eftir einari fyrimynd viðvíkjandi teimum skiftandi ørindisløgunum í kvæði okkara, má tað vera í tátta- uppbygdum íslendskum rímum, t. e. »rímnaflokkum«, har tað hevur verið siður at skifta ørindislag (-hátt) í hvørjari rímu. í íslendskari rímnayrking er hesin siður upphavliga eitt mið- aldarfyribrigdi ella er í hvussu er eldri enn 16. øld. 1 einum slíkum rímnaflokki — t. e. í Griplum — endar soleiðis 2. ríma (táttur) við orðunum: háttr og páttr er kominn á enda.2i Fiøvuðsspurningurin í greinini er tí, um kvæði okkara ikki upphavliga man hava verið ein íslendskur »rímnaflokkur«, sum er varðveittur — ella kanska beinari avlagaður/tillagaður — í føroyskari tungulist? Nú er ørindislagið í íslendskari rímnayrking ein sameining av endarímum og stavrímum (stuðl- um), sum bæði binda ørindisreglurnar saman. í okkara kvæði hava vit óivað leivdir av einari slíkari sameining, soleiðis at vit tora at halda, at fyrri táttur hevur kanska verið yrktur við tí rímnahátti, sum íslendingar nevna »ferskeytt« (abab), meðan seinni táttur hevur verið yrktur helst við tí rímnaháttinum, sum íslendingar nevna »stafhent« (aabb). I kvæði okkara finna vit ikki sørt av heitum og kenningum, sum eru vanlig eyð- kenni hjá íslendskum rímnastíli, og tað er tí líkt til, at kvæði okkara hevur einaferð av sonnum borið navnið Bevusar ríma í teirri íslendsku merkingini av orðinum »ríma«. Fier kann tað vera vert at endurgeva viðmerkingarnar hjá Cederschiold um tveir horvnar íslendskar »rímnaflokkar« við evni úr Bevers søgu: Af Befus rímur omtala mina kállor (t. e. E. B. og M. S.) tva cykler, den ena fðrfattad i 17:de arhundradet af Porsteinn Magnússon á Hæli och utgorande 24(?) rímur, den andra, utgorande 8 sanger, af obekant for- 5 — Fróðskaparrit
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.