Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 57
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
65
Tó at kvæðið er farið somikið illa í tungulist, at bæði enda-
rím og orðalag í ørindunum mugu haldast at vera avlagað í
mongum førum, er tað kortini greitt, at fyrsti og annar táttur
hava upphavliga verið yrktir við ymiskum ørindisløgum, og
víðari at hetta fyribrigdið ikki samsvarar við regluligan før-
oyskan kvæðayrkingarhátt, har ørindislagið ikki skiftir tátt úr
tátti (sbr. t. d. tættirnar í CCF 1 Sjúrðar kvæði).
Skulu vit leita eftir einari fyrimynd viðvíkjandi teimum
skiftandi ørindisløgunum í kvæði okkara, má tað vera í tátta-
uppbygdum íslendskum rímum, t. e. »rímnaflokkum«, har tað
hevur verið siður at skifta ørindislag (-hátt) í hvørjari rímu.
í íslendskari rímnayrking er hesin siður upphavliga eitt mið-
aldarfyribrigdi ella er í hvussu er eldri enn 16. øld. 1 einum
slíkum rímnaflokki — t. e. í Griplum — endar soleiðis 2. ríma
(táttur) við orðunum: háttr og páttr er kominn á enda.2i
Fiøvuðsspurningurin í greinini er tí, um kvæði okkara ikki
upphavliga man hava verið ein íslendskur »rímnaflokkur«,
sum er varðveittur — ella kanska beinari avlagaður/tillagaður
— í føroyskari tungulist? Nú er ørindislagið í íslendskari
rímnayrking ein sameining av endarímum og stavrímum (stuðl-
um), sum bæði binda ørindisreglurnar saman. í okkara kvæði
hava vit óivað leivdir av einari slíkari sameining, soleiðis at
vit tora at halda, at fyrri táttur hevur kanska verið yrktur við
tí rímnahátti, sum íslendingar nevna »ferskeytt« (abab), meðan
seinni táttur hevur verið yrktur helst við tí rímnaháttinum,
sum íslendingar nevna »stafhent« (aabb). I kvæði okkara finna
vit ikki sørt av heitum og kenningum, sum eru vanlig eyð-
kenni hjá íslendskum rímnastíli, og tað er tí líkt til, at kvæði
okkara hevur einaferð av sonnum borið navnið Bevusar ríma
í teirri íslendsku merkingini av orðinum »ríma«.
Fier kann tað vera vert at endurgeva viðmerkingarnar hjá
Cederschiold um tveir horvnar íslendskar »rímnaflokkar« við
evni úr Bevers søgu:
Af Befus rímur omtala mina kállor (t. e. E. B. og M. S.) tva cykler,
den ena fðrfattad i 17:de arhundradet af Porsteinn Magnússon á Hæli och
utgorande 24(?) rímur, den andra, utgorande 8 sanger, af obekant for-
5 — Fróðskaparrit