Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 2
86 Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki áður hevur havt veiðuloyvi sambært stk. 3, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindi at veiða ávísa nøgd úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Stk. 5. Ein fiskidaeur er eitt samdøgur og verður roknaður frá midnátt til midnátt í veiði við troli og snellu. I beinleiðis veiði við línu kann samdøgrið verða roknað sum landsstýrið ásetur. Talið av fiski- døgum, ið eitt fiskifar hevur nýtt ein túr, verður rokn- að frá tí at túrur byijar til túrur endar. Tað ber einans til at rokna við heilum fiskidøgum. Stk. 6. Felags kvotupartur er tann partur av heildar- kvotu á fjarleiðum av ávísum fiskastovni, ið lands- stýrið setur av til at fiska hjá einum bólki av fískifør- um, undir einum. Felags árskvota er felags kvotuparturin á fjarleiðum roknaður um til tons, rund vekt, av fiski. Stk. 7. Eein kvotupartur er tann prosentpartur av felags árskvotu av ávísum fiskastovni á fjarleiðum, ið landsstýrið hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska. Eein árskvota er egni kvotuparturin á fjarleið- um roknaður um til tons, rund vekt, av fiski. Stk. 8. Hiáveiðupartur er tann partur í prosentum, sum verður lutaður fiskiførum ella bólkum av fiski- førum tíl. Stk. 9. Stovnsrøktarnevndin. Landsstýrið velur stovnsrøktamevnd. Fiskiveiðufel- øgini umboðandi trol- og húkaveiðu hava hvør sínar tveir limir og tiltakslimir í stovnsrøktamevnd, sum gevur landsstýrinum sítt tilmæli um mest loyvdu veiði. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýr- ið ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar, fyri at nevndin kann lata landsstýrinum so neyvt tilmæli sum gjørligt. Stk. 10. Fiskiveiðieftirlitið er tann myndugleiki, sum landsstýrið leggur eftirlit við hesi lóg til. Stk. 11. Fiskirannsóknarstovan er tann stovnur, sum letur landsstýrinum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg.« 6) I § 7, stk. 3 verður pkt. 2) orðað soleiðis: »2) Ognaramir skulu eiga í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum og skulu uppfylla treytimar í stk. 2.« 7) § 8, stk. 1 verður broytt soleiðis: »§ 8. Bert persónar og feløg, ið eiga fiskifør, ið hava veiðuloyvi sambært § 5, stk. 3 kunnu fáa rættindi sambært § 5, stk. 4-8.« 8) § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis: »§ 9. Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttanfyri landleiðimar og kann landsstýrið m.a. gera reglur um: 1) Reglur verða gjørdar um hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytm fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av konga- fiski og svartkalva hjáveiðunøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvir. 2) Kvotuskipan á fjarleiðum. 3) Fiskidagaskipan, har sum hesir ikki em býttir út til ávísar skipabólkar eftir hesi lóg. 4) Skyldu at lata veiðufráboðan til eftirlitsenda- mál 5) Skipan við veiðu- og fiskiloyvum og av- greiðslugjald í hesum sambandi. 6) Vemd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. 7) Bann fyri at blaka veiði út aftur, og hvørji dýra- og plantusløg koma undir hetta bann. 8) Hvussu mótroknað verður, um veitt verður út um ásett fiskidagatal ella kvotu á fjarleiðum og um hvussu virði í mótrokningini verður at nýta. 9) Reglur um hvør er at meta sum fult rikin og ikki fult rikin útróðrarbátur og reglur um inntøku- mørk. 10) Reglur um veiðibann sunnu- og halgidagar. 11) Tíðaravmarkað veiðubann á ávísum leiðum við ávísum reiðskapi eftir tillagingartørvi fiski- dagatalsskipaninnar. 9) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: »§ 10. Virking av veiðu umborð á fiskifømm undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðun- um er bannað.« 10) § 11 stk. 2 verður orðað soljóðandi: »Stk. 2. Til vinnuligan fiskiskap við fiskifømm undir føroyskum flaggi eftir fiskasløgum, ið koma undir fiskidagaskipan, kvotu- ella aðra skipan sambært § 5 krevst, umframt veiðuloyvi og fiskiloyvi, sum nevnt í stk. 1, ræði yvir fiskidøgum og kvotum, sambært § 5, stk. 5 - 8.« 11) Kapittul 3 y virskriftin verður broytt til: »Reglur um fiskidaga- og kvoturættindi«. 12) § 12 verður broytt soleiðis: »§ 12. Skip við veiðuloyvi og fiskiloyvi hava rætt til fiskidagatal á føroysku landleiðunum og skip við avvarðandi veiði- og fiskiloyvi á fjar- leiðum hava rætt til kvotupart ella til at fiska burturav heildarkvotu gmndað á ásettar reglur við atliti at § 4.« 13) § 13 verður strikað. 14) § 14 verður broytt soleiðis: »§ 14. Fiskidagar kunnu frítt umsetast í hvørj- um skipabólki sær í eitt fimm ára tíðarskeið. Fiskidagar kunnu bert verða læntir ella leigaðir millum høvuðsbólkamar, tá 3 mánaðir em eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum lands- stýrið ásetur. Tó kunnu fiskidagar í bólki 4, § 29, stk. 1, ikki latast frá húki til trol. Fiski- veiðieftirlitið skal hava fráboðan um flyting av fiskidøgum, áðrenn farið verður at fiska fluttu dagamar. Stk. 2. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leig- aðir í hvørjum skipabólki sær í upp til 5 ár. Stk. 3. Fiskidagar kunnu bert verða læntir ellla

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.