Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 39

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 39
123 Nr. 80 28. mai KUNNGERÐ um broyting í kunngerð um telefongjøld v.m. fyri samband til intemet-kervið. §1. í kunngerð nr. 11 frá 16. februar 1996 um telefongjøld v.m. fyri samband til intemet-kervið verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Stk. 1. Fyri intemet-felag, ið fevnir um eitt brúkaranavn/loyniorð ið gevur atgongd til uppringt samband til intemet kervið og eina elektroniska postadressu, em gjøldini íroknað MVG hesi: Stovningargjald.........................................kr. 500,00 Arsfjórðingsgjald.......................................kr. 450,00.« 2. í § 2 verður eftir stk. 1 sett eitt nýtt stykki inn sum stk. 2: »Stk. 2. Fyri hvørja eyka elektroniska postadressu til eitt intemet-felag, em gjøldini íroknað MVG hesi: Stovningargjald...........................................kr. 100,00 kr./min. Ársfjórðingsgjald.........................................kr. 25,00 kr./min.« 3. § 3 verður orðað soleiðis: »§ 3. Fyri nýtslu av intemet-kervinum er eindargjaldið íroknað MVG: Mánadag til leygardag frá kl. 08.00 til kl. 18.00.......kr. 0,50 kr./min. Á kvøldið og á nátt frá kl. 18.00 til kl. 08.00 og sunnudagar.............................................kr. 0,25 kr./min.« 4. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Stk. 1. Fyri fast samband við intemet-kervið em gjøldini íroknað MVG hesi: Stovningargjald...........................................kr. 8.000,00 Ársfjórðingsgjald.........................................kr. 1.500,00 Harumframt verður goldið fyri leigu av linjum v.m. og fyri útbúnað.« 5. § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis: »Stk. 3. Gjaldið fyri nýtslu av tí fasta sambandinum til intemet-kervið er íroknað MVG: Alt samdøgrið, allar dagar í vikuni.......................kr. 2,00/MB.« §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 28. mai 1996 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.