Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Page 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Page 4
88 24) § 29 verður orðað soleiðis: »§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflot- anum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum árliga fiskidagatali, sum verður býtt javnt millum fiskiførini, bólkur 5 tó undantikin, tó jvb, stk. 3: Bólkur 2: Partrolarar 8225 fiskidagar Bólkur 3: Stállínuskip 3040 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 BRT 4700 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar millum 40 - 60 BRT 3080 fiskidagar Bólkur 4 D: Útróðrarbátar størri enn 60 BRT 1540 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiðu 22000 fiskiđagar TøkirlOOO fiskidagar Stk. 2. Fyri Føroya Banka verður landsstýrið heimilað at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti at, hvussu Føroya Banki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymsar veiðihættir. Stk. 3. Asetta fiskidagatalið fyri hvønn skipa- bólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini. Fiskiskapur á ytru fiskidaga- leiðini kann bert fara fram, um fiskifar hevur umsett fiskidagar frá innaru fiskidagaleiðini til ytru fiskidagaleiðina. Landsstýrið ásetur nærri reglur um, hvussu fxskidagar verða umsettir frá innaru fiskidagaleiðini til ytru fiskidagaleiðina. Stk. 4. Fiskidagatalið fyri bólk 5 verður nýtt sambært áseting frá landsstýrinum fyri eitt hálvár í senn. Fiskidagatalið er umroknað og kann ikki umroknast til línu- ella kalvadagar. Stk. 5. Fiskifar í bólki 4, ið roynir við húki, og ikki veiddi við troli áðrenn 1. januar 1995, kann ikki leggja um til trolveiðu.« Stk. 6. Fiskifør, ið ikki eru undir fiskidaga- skipan jvb. stk. 1 og stk. 2 í hesi grein og fiski- før við serloyvum, hava bert loyvi at veiða á føroysku landleiðunum eftir skipan við hjá- veiðuparti, sum landsstýrið ásetir. Stk. 7. Bátar, sum trola á leiðum, har loyvt bert verður troling við motororku undir 500 HK, fáa fiskidagatal sum bólkur 4. Stk. 8. Landsstýrinum verður heimilað, tá triggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ónýttar fiskidagar innanfyri bólkin, ella til ann- an bólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætling- ina í hesi lóg.« 25) § 30 verður strikað. 26) § 31 verður broytt soleiðis: »§ 31. Talið av veiðiloyvum, ið koma undir fiskidagaskipan og skipan við hjáveiði eftir botnfiskasløgum á føroysku landleiðunum í hvøijum bólki av fiskiførum undir føroyskum flaggi, er talið av veiðiloyvum, sum varð út- skrivað frá landsstýrinum 1. januar 1995.« §2. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 1996. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.